Hósdagin 25. apríl er flaggdagur, og tá byrjar av álvara kappróðrarárið 2013, sjálvt um einstakir bátar eru sæddir á vágni í kalda veðrinum seinastu nógvu vikurnar. Eg leita mær eitt kvøldið út á Argir og oman í Álaker at lodda dýpið, hvussu gekst at manna bátarnar í summar, og hvat tey vistu, hvussu gekst at manna bátarnar kring landið. Á Argjum vóru tey bæði nøgd og ikki nøgd, tí meðan tað gekst væl at manna gentubátarnar og Lóm við kvinnum, so gekst minni væl at manna dreingjabátarnar. Eg ætli mær seinni at ringja kring landið at frætta frá feløgunum.’
Í Álakeri hitti eg nakrar ungar menn, sum rógva við 6-mannafarinum Gongurólvi. Nakrir av rógvarunum hava áður róð við Sílinum, og eg merkti á ungu monnunum, at teir vóru nøgdir við, at 6-mannaførini við monnum í summar skulu rógva 1000 metrar á øllum stevnum. Ført er fram áður, at tað var torført hjá ungum monnum, sum júst vóru ov gamlir at rógva við dreingjabáti, at rógva rógva við 6-mannafari og rógva ímóti royndum rógvarum mangan seinast í tjúgu árunum. Nú síggja teir ungu sær betir møguleika á 1000 metrum.
Eg skrivaði herfyri, at bara 10-mannaførini Havnarbáturin og Suðuroyingur róðu í summar, men nú er Klaksvíkingur mannaður, og eisini frættist, at tey hava ikki enn slept vónini at manna Eysturoying. Prátaði góða løtu við tveir undangongumenn á Argjum, og teir vistu bara um tvey 8-mannafør, sum róðu í summar, og tað vóru Argjabáturin og Miðvingur. Sjálvandi skal man fegnast um bátarnar sum rógva, men tvey 8-mannafør og trý 10-mannafør, eru tíverri alt ov fáir bátar.
Fyrsti FM-róðurin verður í Klaksvík leygardagin 1. juni, síðani kemur sundalagsstevnan í Hvalvík 15. juni, fjarðastevnan á Skála 22. juni, jóansøkan á Tvøroyri 29. juni, eystanstevnan í Fuglafirði 6. juli, vestanstevnan í Sørvági 13. juli og ólavsøkuróðurin í Havn 28. juli. Stóra broytingin í summar er, at 8-mannaførini rógva 2000 metrar og tað sama 10-mannaførini, har tað ber til, meðan 6-mannaførini við monnum rógva 1000 metrar allar stevnurnar. Hinar bátarstøddirnar rógva 1000 metrar, meðan barnaróðurin framvegis er 250 metrar. (Vagnur)
