Ítróttagreinirnar mugu og skulu samstarva um tey ungu, sigur Jákup Hanusson, venjari

Jákup Hanusson hevur vant ungdómslið í nógv ár. (Mynd Vagnur)

Jákup Hanusson hevur vant ungdómslið í nógv ár. (Mynd Vagnur)

Hondbóltsleiðarar kring landið eru keddir um, at hondbóltskappingin í vetur gjørdist alt, alt ov drúgv.

Stóri trupulleikin er, at tey ungu, sum bæði spæla hondbólt og fótbólt, koma í eina tvístøðu, tí samstundis, sum tey skulu spæla seinastu hondbóltsdystirnar, skulu tey spæla fyrstu fótbóltsdystirnar.

Hondbóltsvenjarin Jákup Hanusson er ein teirra, sum heldur, at ítróttagreinirnar mugu samstarva um tey ungu, tí verður einki gjørt, gerast øll taparar. – Vit eiga at læra av flogbóltinum, sum ikki kemur í eins trupulleikar og hondbólturin og fótbólturin, sigur Jákup.

Og Jákup Hanusson skrivar soleiðis í áhugaverdu greinini niðanfyri, sum allir venjarar og leiðarar áttu at lisið.

Í dag er 5. apríl, páskirnar eru farnar aftur um bak, og enn eru í øllum førum tríggjar vikur eftir, til hondbólturin er liðugur. Hettar er alt ov seint. Tær yngru deildirnar áttu at verið lidnar í seinasta lagi hálvan mars og vaksnamannadeildirnar í seinasta lagi á páskum, møguliga fyri páskir.

Nú havi eg verið venjari í fleiri ár, og tað hevur verið bæði stuttligt, læruríkt, men eisini krevjandi. At vera ein partur av teimum, sum kunnu geva okkara ungdómi nakað, sum tey kunnu gleðast um og mennast av, er ein sera góð kensla, men tað krevur eisini, at vit hava tíð, hug og orku til tað. 

Í ár kennist hondbólturin sera møðsamur. Eg havi tosað við fleiri venjarar úr ymsum feløgum, og at kalla allir eru samdir um, at kappingin er alt ov long. Venjarar, leikararog foreldur, øll eru troytt. Fleiri lið í teimum yngru deildunum hava ilt við at manna lið, summi møta ikki til dystirnar og onkur lið hava tikið seg úr kappingini, nú tað líður ímóti endanum. Hettar er sera óheppi og oyðileggjandi fyri kappingina, serliga tá ið teir avgerandi dystirnir skulu leikast, sum eisini eigur at vera sjálvt hæddarpunktið. 

Fótbólturin er farin tíðliga á rull, alt ov tíðliga eftir mínum tykki, og fleiri leikarar hava tikið fótbóltin framum hondbóltin, og so hevur veðrið verið so sjáldsama gott í langa tíð, og tað hevur gjørt ilt verri fyri hondbóltin. Eitt annað, sum eisini er ein trupulleiki, er, at tað í fleiri førum er alt ov langt ímillum dystirnar. Í summum førum kann talan vera um tríggjar til fýra vikur. Tá er sera torført hjá venjarum og leikarum at fáa sum mest burturúr. 

Vit kundu lært nakað av flogbóltinum. Allar kappingarnar í flogbólti vóru lidnar áðrenn hálvan mars. Eg eri vísur í, at flogbólturin framyvir fær lættari við at fáa venjarar og leikarar at støðast, enn hondbólturin fær, um hondbólturin heldur fram við sama leisti. 

Eitt annað er, at fótbólturin byrjar alt ov tíðliga og endar ov seint. Hetta ger, at vit oyðileggja so nógv fyri hvør øðrum, tí vit eru hóast alt undir 50.000 fólk, og skulu vit varðveita ítróttina, sum hon nú einaferð er skrúvað saman, ja, so er neyðugt, at vit øll so ella so samstarva. Um feløgini sínamillum ikki megna hesa uppgávu, so haldi eg tað ikki vera órímiligt, um ÍSF gjørdi sítt til at bøtt um støðuna. 

Eg vóni at HSF ger nakað við hendan partin næsta kappingarár, tí eg eri vísur í, at tað er mennandi fyri hondbóltin. Eitt er heilt vist, hugurin dregur verkið. Hugur og menning fylgjast.’ Jákup Hanusson

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *