VÍF/Tjaldur vann týdningarmiklan sigur á Stjørnuni seinnapartin, men í fyrra hálvleiki tókst ikki so, at VÍF/Tjaldur fór at vinna dystin, tí liðið spældi ikki væl, heldur var tað Stjørnan, sum hevði munin. Eftir dystin hitti eg vestmenning, og hann sigur, at dysturin var ikki væl spældur, tí liðini gjørdu nógvar villur serliga í seinna hálvleiki. Javnt gekk á fyrst í dystinum, men tað var Stjørnan, sum hevið fótin framanfyri í leikdygdini, líka til fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Tíggju minuttir spældir og 6-5 til Stjørnuna. Tjúgu minuttir spældir og 13-11 til Stjørnuna.
Tá ið fimm minuttir vóru eftir av seinna hálvleiki, var Stjørnan á odda 17-13, men so bragdaði veruliga hjá VÍF/Tjaldri i fimm minuttir, so liðini kundu fara til hálvleiks við javnleiki 17-17.
Í seinna hálvleiki skutu liðini mál í “bitum”, tí eftir tólv minuttir var VÍF/Tjaldur á odda 21-19, men átta minuttir seinni var javnleikur 23-23. Nú eru fimm minuttir eftir at spæla og javnleikur 24-24, men seinastu minuttirnar fær Stjørnan einki mál, meðan VÍF/Tjaldur fær trý mál og vinnur týdningarmikla dystin 27-24.
Úr Runavík verður sagt, at Durita Chirstophersen hjá Stjørnuni var hóttan allan dystin og spældi besta dystin á vetrinum. Og enn einaferð varð staðfest, hvussu týdningarmikil Adina Petrea er fyri VÍF/Tjaldur. Spældi Adina allar dystirnar í vetur, so var VÍF/Tjaldur longu í FM-finalunum. Eingin ivi um tað. Stjørnan royndí í seinna hálvleiki at mansverja Adinu og Liljuna, hetta eydnaðist í millumbilum, men VÍF/Tjaldur dugur nú betur at spæla fýra ímóti fýrá. Daniel Rapa og Heri Petersen dømdu dystin, verður sagt úr Runavík. (Vagnur)
Málsjúttar VÍF/Tjaldur: Adina Petrea 9, Eilin Hansen 5, Liljan Djurhuus 4, Heidi Sevdal 3, Amanda Kristensen 3, Barbara Nygaard 2 og Linda Davidsen 1
Málskjúttar Stjørnan: Durita Christophersen 9, Lovisa Lassen 6, Ema Bezanovic 5, Judit Hansen 2 og Una Olsen 2.
Neistin-Kyndil 31-21(20-8) Klassamunur millum Neistan og Kyndil
Kyndilskvinnur fingu í dag veruliga avsmurning frá neistakvinnum í høllini á Hálsi. Serliga í fyrra hálvleiki sást, hvussu stórur munur í veruleikanum er á liðunum, sjálvt um Neistan bara vann við “tíggju” málum. Stóra munin skulu vit finna longu í fyrra hálvleiki, tá ið fyrst neistamálverjin Kristina stendur ótrúliga væl, og síðani neistaverjan er ein breiður tættur múrur. Kyndilsspælarar við sjálvt Simonu Petersen komu slett ikki til skot. Og tølini tala fyri seg. Tíggju minuttir spældir og 7-3 til Neistan, men so fær Kyndil ikki næsta málið fyrr enn ellivu minuttir seinni takkað’ verið góðum verjuspæli frá Neistanum.
Tjúgu minuttir spældir, og Neistin er á odda 15-5. Neistin er á odda 20-8 við hálvleik. Kyndil hevur góða byrjan í seinna hálvleiki og skjýtur seks mál fyrstu seks minuttirnar. Torført er hesa løtuna at meta um neistaliðið, tí neistavenjararnir skifta nógv út, so allir spælararnir sleppa at spæla, og allir tríggir málverjarnir spældu. Átjan minuttir spældir, og Neistin er á odda 28-15, men so skal viðmerkjast, at neistakvinnur bara skjóta trý mál seinastu tólv minuttirnar, meðan Kyndil minkar nógv um munin seinastu tíggju minuttirnar.
Sjálvandi var eg spentur at vita, hvat mun Simona Petersen gjørdi í fyrsta dystinum fyri Kyndil. Simona Petersen gjørdi ikki mun, men sjálvandi kann hon gera tað seinini, tí lætt er ikki hjá henni at spæla saman við nýggjum spælarum. Heldur er tað umráðandi hjá Kyndli at fáa Randi Wardum aftur á sama góða støðið sum áður. Randi spældi ikki vegna skaða ímóti VÍF/Tjaldur.
Støðan í bestu kvinnudeildini er, at Kyndil og VÍF/Tjaldur eru jøvn í stigum. VÍF/Tjaldur og Kyndil spæla týdningarmiklan dyst í Vestmanna 27. mars, men liðini skulu eisini spæla aðrar dystir, tí er vónleyst at siga, um tað verður Kyndil ella VÍF/Tjaldur, sum spæla FM-finalur ímóti Neistanum. Men vit kunnu nú staðfesta, at Kyndil og VÍF/Tjaldur eru jøvn í stigum. (Vagnur)
Málskjúttar Neistans: Barbara Brauer 10, Nicloleta R. Hansen 7, Jacklin Durhuus 5, Unnur Danielsen 4, Bára Hansen 4 og Eir Berg 1
Málskjúttar Kyndils: Anja Heinadóttir 6, Simona Petersen 3, Jórun Ludvig 2, Turið Arge 2, Bjarta Johansen 2, Gurið Eystberg 2, Anna Brimnes 1, Bára K. Hansen 1, Simona Jacob 1 og Annika Sigurðsdóttir 1
Dómarar: Karstin Joensen og Kári Hansen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 15 | 475 | 351 | 124 | 30 |
| 2 | Kyndil | 15 | 337 | 338 | -1 | 16 |
| 3 | VÍF/Tjaldur | 15 | 365 | 381 | -16 | 16 |
| 4 | VB | 15 | 355 | 384 | -29 | 10 |
| 5 | StÍF | 14 | 350 | 395 | -45 | 9 |
| 6 | Stjørnan | 14 | 324 | 357 | -33 | 7 |


