Kyndil-VÍF/Tjaldur 23-24(10-13) VÍF/Tjaldur er framvegis við

Adina Petrea er aftur á vøllinum eftir drúgvan skaðasteðg.

Adina Petrea er aftur á vøllinum eftir drúgvan skaðasteðg.

Eg spurdi heimamildamannin hjá heimarsíðuni, hvat hann helt avgjørdi kvinnudystin, og hann sigur: – Kyndilskvinnur hava óivað fyrireikað seg til at mansverja Liljuna, men nú spælir Adina Petrea aftur, og hon dregur einar tveir kyndilsspælarar til sín, og so er spælari hjá VÍF/Tjaldur púra fríur á linjuni. Og so høvdu kvinnurnar hjá VÍF/Tjaldur nógv meira stríðsvilja enn kyndilskvinnur, og tað var, sum samansetta vildi meira.

– Kyndil royndi eisini at mansverja bæði Liljuna og Adinu, men so varð Eilin flutt inn á miðjuna at spæla, og hon hevur góða fótfintu. Hon fer fram við einari kyndilskvinnu, so bakkar onnur kyndilskvinna upp, og so er vongurin hjá VÍF/Tjaldur púra fríur til skot. Hetta hendir fleiri ferðir.

– Bæði liðini brendi nógvar upplagdar møguleikar seinasta korterið í dystinum, og dysturin var hesa løtuna ógvuliga rótutur. Kyndil spældi við mest sum somu bakketu allan dystin, og tað sást, at spælarar vóru troyttur ímóti dystarenda, og tí blivu nógvir málmøguleikar misbrúktir, sigur heimamildamaður úr Høllini á Hálsi.

Tóra Seloy skeyt seks má mikukvøldið. (Mynd Álvur)

Tóra Seloy skeyt seks mál mikukvøldið. (Mynd Álvur)

Dystargongdin var henda: Javnt gekk á frá byrjan, og eftir tíggju minuttir er javnleikur 3-3. Javnur dysturin heldur fram, tí eftir átjan minuttir er javnleikur 7-7, men so leggur Kyndil seg á oddad 9-7 næstu fimm minuttirnar. Eftir hetta broytist gongdin, tí Kyndil fær bara eitt mál seinastu sjey minuttirnar, meðan VÍF/Tjaldur fær seks mál. Hálvleikstøðan 13-10 til VÍF/Tjaldur.

Kyndil fær góða byrjan í seinna hálvleiki við trimum skjótum málum, men so svarar VÍF/Tjaldur aftur. Tíggju minuttir spældir, og støðan er 17-15 til VÍF/Tjaldur. Tjúgu minuttir spældir, og VÍF/Tjaldur er á odda 22-21. Fá mál koma seinastu tíggju minuttirnar, Kyndil fær tvey mál og VÍF/Tjaldur fær trý mál, tí vinnur VÍF/Tjaldur spennandi  dystin 24-23. 

Spenningur er framvegin í kappingini, men Kyndil liggur framvegis best fyri at koma í FM-finalurnar. Nú er spennandi, um Simona Petersen kann geva kyndilsliðnum eitt íkast, so Kyndil kemur í FM-finalurnar. Enn eru nógvir dystir eftir at spæla. Og tað hevur ótrúliga stóran týdning, at Adina Petrea kann spæla seinastu dystirnar í grundspælinum. (Vagnur)

Málskjúttar Kyndils: Simona Iacob 5, Jórun Ludvig 5, Turið Arge 3, Bjarta Johansen 2, Anja Heinadóttir 2, Gurið Eystberg 2, Anna Sofía Mohr 1, Ásleyg Súnadóttir 1, Anna Brimnes 1 og Annika Sigurdsdóttir 1

Málskjúttar VÍF/Tjaldur: Adina Petrea 7, Tóra Seloy 6, Eilin Hansen 4, Liljan Djurhuus 3, Heidi Sevdal 3 og Amanda Kristensen 1

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Tummas Juul Thomsen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 13 413 305 108 26
2 Kyndil 14 316 307 9 16
3 VÍF/Tjaldur 13 315 335 -20 12
4 VB 14 333 361 -28 10
5 StÍF 13 325 364 -39 9
6 Stjørnan 13 300 330 -30 7

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *