Kappingin um FM-plássini kanska avgjørd innan fjúrtan dagar

Eg rokni við, at tað verður VÍF, sum kemur í FM-finalurnar.

Eg rokni við, at tað verður VÍF, sum kemur í FM-finalurnar.

Steðgur hevur verið í landskappingini í hondbólti í bestu deildunum, tí millum annað hálvfinalur og finalur eru spældar í steypakappingini. Nú koma vit til endaspurtin, hvørji lið skulu spæla FM-finaludystirnar, og har er kappingin ógvuliga spennandi. Eingin ivi eru um, at kvinnuliðið hjá Neistanum er annað liðið í FM-finalunum og KÍF annað liðið hjá monnunum. Taka vit fyrst kappingina hjá monnunum, so eru tað fýra lið H71, VÍF, StÍF og Kyndil, sum hava møguleikan at spæla ímóti KÍF í FM-finalunum. Men hvussu eitur seinna mansliðið?

Um vikuskiftið hendir óivað ikki tað stóra, tí VÍF og Neistin spæla í Vestmanna, Team Klaksvík og Kyndil í Klaksvík og KÍF og StÍF í Kollafirði. VÍF og Kyndil vinna sínar dystir, men kanska kann StÍF gera ein vørr og vinna sær týdningarmikil stig í Kollafirði. Vit skulu heldur venda eyguni til mikukvøldið komandi, tí tá skal Kyndil spæla ímóti VÍF í Vestmanna, og tapir Kyndil dystin, so hevur liðið mestsum mist møguleikan at koma í FM-finalurnar, sjálvt um dystir eru eftir at spæla.

Síðan skulu vit fram til 3. mars, tá ið VÍF og H71 spæla í Vestmanna. Her kann H71 missa týdningarmikil stig at náa finalurnar. Í næstum eru fleiri innanhýsis lykladystir, har spælt verða um fýra stig, so spennandi er at fylgja við. Mítt boð er, at VÍF kemur í FM-finalurnar, Kyndil er ikki væl mannað í løtuni, tí Hans Áki og Julian eru Noregi, og fleiri kyndilsspælarar eru hálvskaddir. StÍF stendur seg ikki væl á útivølli, og so er tað dysturin tann 3. mars í Vestmanna millum VÍF og H71, har H71 má stríðast fyri sínum møguleika.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 16 473 365 108 25
2 H71 16 444 402 42 20
3 VÍF 15 419 367 52 19
4 StÍF 16 397 368 29 17
5 Kyndil 15 383 367 16 17
6 Neistin 15 351 381 -30 10
7 Team Klaksvík 15 285 502 -217 0

Kyndil spælir ímóti Neistanum í FM-finalunum

Tað løgna í kvinnukappingini í vetur er, at VB og Stjørnan hava mist møguleika at koma í FM-finalurnar. Kyndil er nógv best fyri, men VÍF/Tjaldur er framvegis við, og StÍF hevur enn teoretiskan møguleika. Mikukvøldið 20. februar spæla Kyndil og VÍF/Tjaldur í Havn, og tapir VÍF/Tjaldur dystin, so er Kyndil mest sum 100% í FM-finalunum. Simona Petersen skal spæla við Kyndli, men hon kann ikki spæla fyrr enn fyrst í mars mánað. Tey rokna við, at Adina Petrea kann spæla ímóti Kyndli mikukvøldið, so har er spenningur.

Tá ið kvinnukappingin byrjaði í heyst, hevði eg ikki rokna við núverandi støðu á stigatalvuni. VB, Stjørnan hava slett ikki staðið mát, StÍF spælir fleiri góðar dystir, men er ov óstøðugt, og tey hava verið óheppin við samanleggingini av VÍF og Tjaldri, har ov nógvir spælarar hava verið skaddir. Eg roknaði við Neistanum, sjálvt um eg haldi, at liðið ikki er eins gott og í fjør, og at neistaliðið í seinni hálvu hevur víst einstakar veikleikar. Kyndil roknaði eg við fór at kappast við Stjørnuna og VB um á koma í FM-finalurnar, men ikki hevði eg roknað við, at tað fór at ganga so væl hjá Kyndli.

Orsøkin til góða stiman hjá Kyndli er fyrst og fremst, at Simona Iacob kom á liðið og gjørdi serligan mun. Kanska kann Simona Petersen fáa kyndilskvinnur heilt upp á tindin og vinna FM-heitið. Ella passar Simona slett ikki inn í frammanundan góða kyndilsálop? Alt hetta eru bara gitingar. Tveir dystir eru um vikuskiftið. VB spældir ímóti StÍF í Vági og VÍF/Tjaldur spælir ímóti Neistanum í Vestmanna. (Vagnur)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 12 382 279 103 24
2 Kyndil 13 293 283 10 16
3 VÍF/Tjaldur 11 265 281 -16 10
4 StÍF 12 296 327 -31 9
5 VB 13 296 332 -36 8
6 Stjørnan 13 300 330 -30 7

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *