Kanska seks 10-mannafør eru við í FM-róðrunum í summar

Í summar siggja vit fleiri 10-mannafør í FM-róðrunum.

Í summar siggja vit fleiri 10-mannafør í FM-róðrunum.

Nú er tíðin komin at lodda dýpið, hvussu gongur at manna kappróðrarbátarnar kring landið. Tað er einki dulsmál, at kappróðurin hevur verið í aldudali seinnu árini, tí bátarnir í FM-róðrunum eru blivnir ov fáir. Men longu nú síggjast glottar, tí gongur eftir vild, rógva kanska seks 10-mannafør í summar. Heilt vist rógva Klaksvíkingur, Eysturoyingur, Hoyvíkingur, Suðuroyingur og Havnarbáturin. Finnur Johannessen frá kappróðurin í Vestmanna sigur, at ivastsamt er við Vestmenningi, men tey hava vónina, at Vestmenningur eisini er við, men avgerðin er ikki endaliga tikin. Í Runavík hava fólk tikið stórt tak at “endurreisa” kappróðurin, og eg hitti ein dagin Torbjørn Jacobsen, sum er nevndarlimur í NSÍ kappróðri.

Ì fjør vóru bara Suðuroyingur, Klaksvíkingr og Vestmenningur við á øllum stevnunum, meðan Havnarbáturin var við tríggjar stevnur og Nólsoyingurin tríggjar stevnur. Eingin Eysturoyingur, Heiðabátur, Sølmundur, men bara Tjaldrið úr NSÍ kappróðri. Men nú eru stór tøk tikin, sigur Torbjørn Jacobsen, sum er nýggju nevndarlimur í NSÍ kappróðri, og hann sigur. – Tað var í tøkum tíma, at vit gjørdu nakað, sum gjørdi mun, tí annars var kappróður í Runavík søga, so døpur var støðan. Tí fóru vit út í skúlarnar í Runavík og á Toftum at greiða frá kappróðri, og at fáa ungfólk at rógva.

– Og tað kann eg siga tær, undirtøkan var ótrúliga stór, og nógv fólk fólk møttu á fundunum. Hetta er tekin um, at kappróður í økinum hevur djúpar røtur, men vit hava ikki megna nóg væl at fingið tey ungu til árarnar. Átakið endaði við, at opið hús var í neystinum ein leygardag, og nógv fólk stukku inn á gólvið. Úrslitið av átakinum er, at vit manna mest sum allar bátastøddir í summar, sigur Torbjørn Jacobsen.

Hette eru gleðilig tíðindi úr Runavík, og nú er at vóna, at onnur kappróðrarfeløg kring landið gera eins og Kappróðrarfelagið NSÍ: Farið út í skúlarnar og gerið “reklamu” fyri kappróðrinum, tí ungfólk finna manga ikki sjálvi vegin oman til sjóvarmálan. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *