KÍF-Neistin 31-19(17-7) Neistamenn megna ikki at fylgja við

Neistamenn standa seg væl í verjuspælinum, men skotin mál hjá liðnum eru ov fá.

Neistamenn standa seg væl í verjuspælinum, men skotin mál hjá liðnum eru ov fá.

Neistin spældi í fyrru hálvu frálíkar dystir, men í seinastuni sýnist, sum liðið missir flogið, tí ein 31-19 sigur til KÍF ímóti Neistanum er klassamunur á liðunum. KÍF liðið er væl mannað og væl fyri, og tá ið neistamenn bara skjóta sjey mál í fyrra hálvleiki og bara fáa nítjan mál í dystinum, so er torført at fáa stigini. Munurin var beinanvegin í dystinum, tí tá ið tíggju minuttir vóru spældir, var KÍF á odda 8-3, og munur bara øktist, sum hálvleikurin leið. Tjúgu minuttir spældir, og støðan 13-5 til KÍF. Hálvleikstøðan 17-7 til KÍF.

Í seinna hálvleiki dregur bara meira frá, tí tá ið tíggju minuttir eru spældir, er støðan 24-9 til KÍF. Tjúgu minuttir spældir og 27-12 til KÍF, og dysturin endar 31-19, eftir at neistamenn hevði bestu løtuna í dystinum seinasta korterið, tá ið liðið skjeyt tíggju av teimum nítjan málunum.

KÍF er ávegis í FM-finalurnar og skal spæla steypafinalu ímóti StÍF, sum á H71 á Skála. Bæði StÍF og H71 eru framvegis við í FM-stríðnum. Á neistaliðnum eru nógvir ungir spælarar, sum næsta ár eru eitt ár eldri við fleiri royndum. Men eingin ivi eru um, at skulu neistamenn aftur hugsa at spæla um FM-finaluplássini, so má liðið styrkjast við kanska tveimum góðum skjúttum, tí málverjarnir eru frálíkir, verjan góð, frílíkir vengrir og linjuspælarar, men tað liðið vantar skjúttar, so liðið kann fáa fleiri enn tey vanligu umleið tjúgu málini. (Vagnur)

Málskjúttuar KÍF: Nicklas Selvig 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Tony Weyhe 4, Poul Finnur Egholm 3, Andrias Nielsen 2, Teitur Joensen 2, Ási Dam 2, Regin Petersen 1, Gert Hansen 1, Rógvi Weihe 1, Rúni Joensen 1

Málskjúttar Neistin: Teitur Magnusson 8, Kristjan Dulavík 3, Ári Rouch 2, Andras Joensen 1, Beinur Davidsen 1, Herbjørn Lava 1, Terji Mørk 1, Torstein Balle 1, Jugoslav Djumic 1

Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *