Meiningahornið – Óvanlig grein í Sosialinum um mvg-skuld

Taks skal sjálvandi fáa amboðini at steðga stóru mvg-skuldini. (Mynd Vagnur)

TAKS skal sjálvandi fáa amboðini frá politikkarunum til tess at fáa inn alla mvg skuld.. (Mynd Vagnur)

Í Sosialinum mikudagin 30. januar er óvanlig grein um fyritøkur, sum skylda landskassanum stórar upphæddir í mvg gjaldi. Havi ikki sæð slíka grein áður. Yvirskriftin er: Her missir landskassin 100 milliónir krónur. Í greinini eru nøvn á partafeløgum aftur til 2005, sum skylda TAKS stórar mvg upphæddir, men TAKS sigur í greinini, at mvg peningurin er mest sum allur mistur, tí hesi partafeløg eru farin á húsagang. Eisini eru í greinini myndir av persónum, sum varða av størstu partafeløgunum, sum skylda TAKS og harvið landinum stórar mvg upphæddir. Og mín sann er eisini mynd av okkara løgmanni, tí hann varðaði av partafeløgum, sum skylda landinum mvg pening. Tá ið eg lesi áhugaverda tilfarið um tær 100 milliónirnar, sum hesar fyritøkur skylda landinum í mvg-gjaldi, so sveima sjálvandi tankarnir.

Hvussu hevur tað borið til, at stórar upphæddir í mvg-gjaldi eru sloppin at hópað seg upp í fyritøkum, uttan at TAKS hevur fingið gjørt nakað? Vit hava lóg um meirvirðisgjald, sum ásetur, at fyritøkur skulu avrokna mvg-gjald til TAKS triðja hvønn mánað, og tað eru nógvar fyritøkur, sum ikki hava hildið hesar skyldur, og hví eru tær slopnar tað? Í apríl mánað í fjør varð mvg-lóggávan herd, men sambært TAKS, so sleppa fyritøkur framvegis at skylda  mvg pening í eitt ár, uttan at tað fær avleiðingar. TAKS sigur seg vanta amboð frá politikkarunum at fáa gjørt nakað við støðuna. Hví fær TAKS ikki hesi amboð?

Eg spurdi herfyri stjóra í fyritøku, hvussu tað gekst at fáa pening inn frá fólki. – Vanligi borgarin gjaldir bara væl, men okkara fyritøka missir pening, tí serliga smáar fyritøkur fara á húsagang. Tá skuldin hjá summum fyritøkum gerst ov stór, koyra tey fyritøkuna á húsagang, og so missir okkara fyritøka pening. Men somu persónar stovna stutt eftir bara nýtt partafelag og halda fram við virkseminum, meðan vit standa eftir við mistum peningi, segði stjórin. Tað er beinleiðis dundrandi ómoralskt, at persónar ferð eftir ferð kunnu gera sær dælt av, at vit í Føroyum hava so vánaliga partafelagslóggávu.

Sjálvur havi eg ábyrgd av lítlari fyritøku, sum skal gjalda mvg-gjald hvønn ársfjórðing. Siga vit, at eg sendi rokning til fyritøku ella persón áljóðandi 5000 krónur. 4000 krónur pluss 1000 krónur í mvg-gjaldi. Eg kann ikki brúka allar tær 5000 krónurnar til eitthvørt, tí eg eigi bara tær 4000 krónurnar. Tær 1000 krónurnar skulu sendast víðari til TAKS og harvið landið. Brúki eg eisini tær 1000 krónurnar, so meti eg hetta sum stuldur frá landskassanum, og tað skal sjálvandi fáa fylgir.

Tí spyrji eg: Hví lata okkara politikkarar slíkt ómoralskt fara fram í okkara samfelag, sum førir til mistan pening í landskassan, og at mismunur fer fram millum fyritøkur. Tær, sum halda sínar skyldur, og tær, sum ikki halda sínar mvg-skyldur. Hetta er beinleiðis órættvís, og hesar fyritøkur kappast ikki á líka fóti. Sjálvandi skal politiska skipanin geva TAKS øll tey amboð, so TAKS kann fáa inn allan mvg skuldina, sum landið eigur hjá fólki og fyritøkum. Alt annað er dundrandi ómoralskt, og eg skilji ikki, at poltikkarar sambært greinini í Sosilainum hava drálað í nógv ár at hert mvg-lóggávuna. Og hvar er samvitskan hjá fólkunum, sum ferð eftir ferð koyra partafeløg á húsagang og seta aðrar medborgarar í stóra ólukkuliga støðu, tí peningur er mistur? (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *