Donsku spælararnir vóru sálarliga illa fyri frá byrjan

Ulrik møtti ikki til tíðindafundin eftir dystin. (Mynd Ekstra Blaðið)

Ulrik møtti ikki til tíðindafundin eftir dystin. (Mynd Ekstra Blaðið)

Tað hevur verið ótrúliga áhugavert at fylgt HM-kappingini í hondbólti, og serliga dámar mær væl at fylgja við viðmerkingum fyri dystirnar og eftir dystirnar. Eg hevði ikki góðar kenslur fyri HM-finaluna, at Danmark fóru at vinna finaluna ímóti spania, tí bæði donsku fjølmiðlarnir, venjararnir og donsku spælararnir reypaðu alt ov nógv fyri finaludystin. Tað sýntist allastaðni, at Danmark hevði vunnið dystin, áðrenn hann var spældur. Tú kanst lesa nógv um sálarligu støðuna hjá spælarum, tá ið teir koma á vøllin. Longu eftir at fimm minuttir spæl sást týðuliga, at fleiri danskir spælarar ikki vóru í sálarligari javnvág til stóru uppgávuna ímóti Spania.

Tá ið tú ikki ert í sálarliga javnvág, gerst tú bangin, og so valdar tøgnin, og tú gerst passivur. Og tað var júst tað, sum hendi frá byrjan í HM-finaluni. Danska miðverjan, sum riggaði ótrúliga væl í hálvfinaluni við góðum taklingum stóð afturi á 6-metur linjuni, meðan spaniumenn sluppu inn um 3-metur linjuna at skjóta standandi lang skot. Hetta var katastrofalt mistak, sum oyðilegði dønum finaludystin frá byrjan. Og sjálvt um danir komu afturíaftur og einaferð náddu til støðuna 7-8, so sást tíðuliga, at tað vóru spaniumenn, sum høvdu stríðsviljan og spæligleðina við skjótum spæli og livandi verju frammi á vølli.

Kropsmálið á spælarum er lætt at lesa, tá ið tú kennir spælararnar. Kropsmálið sigur alt. Donsku spælararnir vóru slignir á nevnið fyrst í dystinum, og eftir fimm minuttir spæl, sást tú, hvønn veg tað bar. Ikki eitt smíl, menn vóru seinir aftur at verja, seinir fram í skjótálop, ongar veruliga taklingar, sum áður, og sjálvt Lindberg og Eggert, sum eru heimsins bestu vongspælarar, vóru burtur í dystunum.

Donsku spælararnir vóru slett ikki kominir yvir sigurin í hálvfinaluni, og summir spælarar høvdu ikki sovið væl, tí vóru teir slett ikki úthvíldir sálarliga til stóru uppgávuna. Og tað var danski venjarin Ulrik Wilbek heldur ikki, tí hevði hann tað, so hevði hann gjørt okkurt beinanvegin við flatu 6-0 verjuni, sum slett ikki riggaði. Ulrik reypaði av fyri HM-kappingina, at nú var nýggj tíð í verjuspælinum á danska landsliðnum, og at royndir í venjingardystum vóru góðar við 4-2 verju og 5-1 verju. Hví royndi hann ikki eina av hesum verjunum?

Eftir dystin møtti danski venjarin ikki til tíðindafundin, og tað er óhoyrt. Í morgun siga danskir fjølmiðlar, at Ulrik var sjúkur eftir dystin, tí møtti hann ikki. Tað sást tíðuliga frá dystarbyrjan, at eisini Ulrik var í sjokkstøðu, tí hann sá óivað beinanvegin, hvønn veg tað bar, tá ið spaniumenn spældu hetta livandi verjuspæli frammi á vøllinum, sum danir ikki fingu bilbukt við. Ulrik kennir donsku spælararnar, og hann kennir sálarligu støðuna hjá einastaka spælaranum. Møguliga hevur longu í skiftingarrúminum fyri dystin sæð skriftina á vegginum. Hvør veit? (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *