Eg havi ikki fylgt steypakappingini á heimasíðuni, tí tað gjørdist ov nógv bæði at fylgja landskappingini og steypakappingini. Tó havi eg sjálvur fylgt steypakappingini millum annað á Rás 2, har Rás 2 við frálíku frásagnum hevur lyft steypakappingina upp á eina hægri hill. Alt, meðan Kringvarpið liggur í dvala. Seinnapartin hendi so tað ótrúliga, at VB í óvanligum endaspurti spældi seg í steypafinaluna.
Stjørnan vann fyrra dystin í Klaksvík 25-20, og VB vann dystin í Vági 24-19. Liðini eru jøvn í stigum og málum, men VB skjýtur eitt útimál meira enn Stjørnan, tí er VB í steypafinaluni. Ótrúligt. VB hevur átta ferðir verið í steypafinaluna síðani í 1985, og VB vinnur tvær av teimum átta finalunum. Í 1993 vann VB 21-13 á Stjørnuni, og í 2003 vann VB 19-18 á VÍF.
VB skal í finaluni spæla ímóti Neistanum, sum seinast vann steypakappingina í 2006. Mansliðið hjá KÍF, sum ongantíð hevur vunnið steypakappingina, er í steypafinaluni og skal spæla ímóti StÍF, sum seinast vann steypakappingina í 2004, 2005, 2006 og 2007.
Ikki hava eg tosað við nakran eftir minniliga steypadystin millum VB og Stjørnuna seinnapartin, men á dómaraseðlinum síggi eg nakað, sum møguliga hevur ført til, at júst VB er í steypafinaluna. VB kvinnan Una Egilsdóttir er VB toppskjútti við seks málum, men eg havi ikki sæð navnið Una Egilsdóttir á dómaraseðlunum í vetur, tí hon er uttanlands í lestrarørindum. Og tað er júst Una, sum skjýtur tvey tey seinastu avgerandi málini og tryggjar VB finaluplássið. Tú kundi spurt, hví Stjørnan ikki tekur time out í seinasta minutti til tess at steðga góðu gongdini hjá Stjørnuni?
Eisini síggi eg, at Stjørnan brúkar bara sjey útispælarar í dystinum, og at Durita Christophersen ikki skjýtur tey mál í báðum steypadystunum, sum hon onkuntíð plagdi at gera. Kanska orkaðu stjørnuspælararnir ikki meira, og tí skjýtur VB sambært dómaraseðlinum trý mál seinasta minuttin. Ótrúlig gongd í seinasta minutti.
Til lukku til KÍF, StÍF, VB og Neistan við steypafinalunuplássinum. Vit gleða okkum til finaludystirnar. (Vagnur)
VB-Stjørnan 24-19 (9-10)
Málskjúttar VB: Una Egilsdóttir 6, Rannvá Johannessen 5, Gurið Mortensen 4, Helga Eyðunsdóttir 4, Marijana Trbojevic 2, Laila Jespersen 1, Tamara Radic 1 og Christina Holm 1
Málskjúttar Stjørnan: Simona Petersen 7, Lovisa Lassen 6, Ema Bezanovic 3, Ella Petersen 2 og Durita Christophersen 1
Dómarar: Karstin Joensen og Kári Hansen

