Ein hartspældur og spennandi steypadystur varð spældur í høllini á Hálsi hóskvøldið millum kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli. Kyndilsliðið er vorðið frálíkt lið og hevur ment seg til næstbesta kvinnuliðið í landinum nakað eftir neistakvinnur. Kyndil vann hóskvøldið fyrra hálvleik við tveimum málum, men mátti lúta fyri neistakvinnum í seinna hálvleiki. Eitt var, at liðið tapti steypadystin, men verri var, at Føroya besti kvinnuligi málverjin úr Kyndli breyt handlið og kann ikki spæla í rúma tíð. Eg havi hitt Tommu.
Tomma Petersen úr Kyndli hevur í hesum kappingarárinum verið nógv tann besti málverjin í bestu deildini, og tá ið eg eftir kvinnudystirnar ringi í hallirnar at fáa viðmerkingar um dystirnar, verður mangan sagt, tá ið kyndilskvinnur hava spælt:” Tomma bjargaði Kyndli sigurin og tvey stig”.
Eftir dystin í Vági millum VB og Kyndil, segði vágbingur mær, at VB kvinnurnar fingu ikki mál hjá Tommu, og hon bjargaði øll fýra brotskøstunum, VB fekk. VB fekk í dystinum bara fýra mál í fyrra hálvleiki.
Torført er at spáa um framtíðina, men tað vildu so til hóskvøldið, at Vivian, yngra systir Tommy, sum eisini er frálíkur málverji, spældi sín fyrsta dyst við Kyndli. Eykamálverjin hjá Kyndli er skaddur, tí heitti Kyndil á Vivian at spæla við Kyndli, tí liðið má hava ein eyka málverja, sjálvt um Tomma mest sum hevur spælt allar minuttirnar á Kyndilsliðnum í vetur. Fyrst spyrji eg Tommu, hvussu hon breyt hondliðið?
– Eg skuldi bjarga einum skoti frá Barbaru Brauer, og tá brotnaði handliðið. Men viðmerkjast skal, at eg havi veik handlið og eri eym í handliðunum eftir hvønn dyst. Eg kann tildømis ikki gera armbendingar sum aðrir spælarar.
– Tú sigur omanfyri, at eg eri besti málverjin í deildini, hetta eru tíni orð, men tað hevur gingið væl hjá mær í málinum í vetur. Vit hava ment okkum sum lið, hava vant meira miðvíst, og spælarar bæði yngri og eldri eru farnir at taka meira ábyrgd í dystunum. Og so er Simona Iacob komin á liðið, og hon er fallin væl til í kyndilsbólkinum og hevur staðið seg væl, sigur Tomma.
Eg havi spurt kyndilsvenjaran Geir Wardum, hvat Tomma er allar best til í málinum? – Tomma hevur verið ótrúliga hugagóð og miðvís í venjingini serliga í hesum kappingarárinum. Vit hava arbeitt við at broyta nakað í spælistíli hennara, og hon er altíð positivt í so máta. Hon dugur nú nógv betur at lesa av skjúttarnar, tá ið skotið er frá veinginum og aðrastaðni á vøllinum. Og hon er ótrúliga góð, tá spælarar leyp leysir inn frá linjuni “Mann ímóti manni”, sum vit rópa hetta. Tomma er í hesum kappingarárinum batna á øllum økjum, sigu Geir.
At enda í samrøðuni við Tommu spyrji eg hana, um vit kunnu rokna við at síggja hana aftur í málinum hetta kappingarárið? – Sjálvandi, eg skal hava gips á hondini í fýra vikur, og so kemur uppvenjingin. Eg græt hóskvøldið, tá ið eg fekk at vita frá læknanum, at handliðið var brotið, men tað er ikki illa brotið. Eg var sjálvandi ógvuliga kedd, tí nú gekk so væl hjá kyndilsliðnum og hjá mær í málinum, sigur Tomma at enda. Eg skemtaði eitt sindur við hana, at nú má hon kappast við yngri systrina at sleppa aftur í Kyndilsmálið, tá ið tann tíðin kemur.
Tomma kom úr Vestmanna til Kyndil í 2008 eftir at hava staðið í málinum hjá VÍF. Hon vandi við VÍF, tá ið liðið vann FM-heitið í 2001 og 2002, men Tomma var tá ung, og Manuela, sum er besti málverjin nakrantíð í føroysku kappingini, stóð tá í málinum hjá VÍF. Hóskvøldið sat Vivian systir Tommu fyrstu ferð á útskifingarbeinkinum hjá Kyndli. Vivian er eisini frálíkur málverji, men hon hevur siglt og hevur ikki staðið nógv í málinum hjá VÍF í vetur. Tað var brúk fyri Vivian í fyrsta dystinum, og tað verður spennandi at vita, hvussu hon fer at roynast í Kyndilsmálinum. Kyndil er ávegis í FM-finalurnar, og liðið skal spæla seinna steypadystin ímóti Neistanum um eina viku. (Vagnur)

