Eg skrivaði í gjár, at spældi Adina Petrea ikki við VÍF/Tjaldur ímóti StÍF í Runavík dag, vann StÍF dystin, og so var. Fekk fatur í runavíkingi, og hann segði mær, at dysturin var ikki væl spældur, men liðið, sum stríddist nógv meira, vann dystin, og tað var StÍF.
StÍF mansvardi Liljuna Durhuus, og tá ið bæði Adina og nú eisini Heidi Sevdal eru skaddar, er VÍF/Tjaldur liðið viknað munandi.
Dystargongdin var henda:
StÍF legði seg á odda 5-2 , longu tá ið seks minuttir vóru spældir, men fýra minuttir seinni var tó javnleikur 6-6. Tá ið fjúrtan minuttir vóru spældir var StÍF á odda 8-7 og javnt gekk á.
Men so steðgar VÍF/Tjaldur heilt upp og fær einki mál í trettan minuttir, og StÍF strýkur avstað. Tjúgu minuttir spældir og 13-7 til StÍF, og liðini fara til hálvleiks við StÍF leiðslu 15-9.
Fyrst í seinna hálvleiki dregur StÍF meira frá, tí tá ið tíggju minuttir eru spældir, er StÍF á odda 20-11. Næstu tíggju minuttirnar hevur VÍF/Tjaldur bestu minuttirnar í dystinum og skjýtur fimm mál, men tað er StÍF, sum er á odda 24-16. Frástøðan í úrslitinum heldur sær til dystarenda, og StÍF vinnur tryggan uppibornan sigur 28-20.
Hvat nú? Í skrivandi løtu meti eg nú bara VB hava møguleika at kappast við Kyndil um at koma í FM-finalurnar. Í morgin er avgerandi dystur í Vági. VÍF/Tjaldur tapti týdningarmikil stig í dag, og StÍF er ov langt frá Kyndli, at liðið kann náa FM-finalurnar. StÍF hevur nú seks stig fyri tíggju dystir, og VÍF/Tjaldur níggju stig fyri tíggju dystir. VÍF/Tjaldur er í løtuni alt ov veingjaskert til tess at kappast við Kyndil um seinna FM-finaluplássið. (Vagnur)
Málskjúttar VÍF/Tjaldur: Liljan Durhuus 7, Eilin Hansen 4, Tóra Seloy 4, Ansy Sevdal 3 og Amanda Kristensen 2
Málsjúttar StÍF: Fríðrún Danielsen 7, Oddrún Danielsen 5, Rebekka Justinussen 4, Birna Tummasardóttir 4, Paula Høgnesen 3, Bára Berthelsen 2, Guðrið Poulsen 1, Mariann Petersen 1 og Lena Weihe 1
Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin M. Petersen
