Nú treingist veruliga í Gundadali (e)

Nógv tann vakrasti bygningurin í Gundadali er svimjihøllin. (Mynd Vagnur)

Endiliga kemur dagurin, at ungdómurin sleppur á Tórsvøll at spæla fótbólt. Tórsvøllur hevur verið afturlatið land í alt ov nógv ár, men nú taka teir grasið av vøllinum og leggja á graslíki. Vøllurin kann nú brúkast allar dagar í árini, og fótbóltsfeløgini í kommununi fáa ein tiltrongdan vøll aftrat. Arbeiðið er bara fyrsta stigi í størri ætlan at gera brúkbart stadion í Gundadali við millum annað altjóða peningastuðli. Vit kunnu øll vera samd um, at núverandi Tórsvøllur er ikki nakað prýði í høvuðsstaðnum, og vøllurin hevur ongantíð verið áskoðaravinaligur við ongum taki. Longri uppi er ætlanin at gera 50 metrar altjóða svimjihyl. Nú fer veruliga at treingjast í Gundadali.

Hyggur tú at myndini omanfyri, so sveima tankarnir. Eg síggi fyri mær gomlu myndina av Gundadali, tá ið tú sjálvur spældi hondbólt uttandura. Gamli uttandura svimjihylurin, uttandura hondbóltsvøllurin við Neistahúsinum og Kyndilshúsið um vøllin. Har var stoyptur tennisvøllur, grús tennisvøllur og longri niðri einasti fótbóltsvøllurin við lítlum B36 húsi og HB húsi um vølllin. Men hetta er alt søga. Nýggi svimjihylurin fjaldi gamla hondbóltsvøllin og báðar tennisvallirnar, og í 1974 gjørdu tey ovara fótbóltsvøll og seinni vendi niðara fótbóltsvøll. Graslíki kom á báðar vallirnar. Í 1970 kom høllin á Hálsi og í 1984 Gundadalshøllin. Nýggi svimjihylurin varð tikin i nýtslu í 1982.

Tíðin broytir býarmyndina og broytir skjótt eisini økismyndina í Gundadali. Myndin av Gundadali er ikki vitni um góða tilrættalegging, tí ymsu vallirnir og húsini eru komnin undan kavi við tíðini. Eitt átak nú eitt annað tá. Men nú treingist í Gundadali, tí tá ið 50 metur hylurin er bygdur vestanfyri núverandi svimjihyl, so er einki økið eftir. Fólk vilja so fegin hava alt virksemið í Gundadali, men tú fært ikki alt. Tað skortar við parkeringsplássum í Gundadali. Og mangan er trongt hjá bilum við nýggju fimleikahøllina oman til B36 og HB húsið. Gera tey nýggjan 50 metur hyl, so má ÍSF húsið takast burtur. Munnu tey tó ikki fáa bygt nýtt ÍSF onkustaðni á økinum? (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

En tanke om “Nú treingist veruliga í Gundadali (e)

  1. Hey Vagnur.Tað er deiligt at lesa tínar lættlesandi,áhugverðu,vanligu og fólkavinarligu greinar.
    Takk fyri tað

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *