
KÍF 4. desember 2012. St.v: Jacob Jónsson, venjari, Tony Weihe, Hans Eli Sigurbjørnson, Rúni Joensen, Atli Hammer, Andrias Nielsen, Daniel Skipper og Jonui Narcis Lichi. Miðjan f.v: Gert Hansen, Rógvi Weihe, Rógvi Weihe, Ási Dam, Teitur Joensen, Nicklas Selvig, Pætur Johannesen, Poul Finnur Egholm Ernst Johannesen.. Fremst f.v: Zeijko Jotic, Emil Dam, Jaspur Joensen og Óla Khristian Djurhuus. (Mynd Vagnur)
Mansliðini hjá Neistanum og KÍF spældu í kvøld í høllini á Hálsi, og vit fingu ein dyst við heldur fáum málum. Eg hitti Jacob Jónsson,venjaran hjá KÍF eftir dystin, og hann hevur rós til neistaspælararnar, men var ikki nøgdur við avrikið hjá KÍF liðnum.
– Neistamenn eru raskir, ídnar og stríðast fyri sakini, men tá ið fleiri av KÍF spælarunum ikki eru nóg uppsettir til uppgávuna, so verður úrslitið har eftir. KÍF verjan var góð og serliga í miðverjuni og málverjin, men álopsspælið má vera nógv betur, um KÍF liðið ætlar sær at halda oddasessin og koma í FM-finalurnar. Fleiri av KÍF spælarunum spældu undir miðal í álopsspælinum, har Nicklas Selvig fekk nógv mest burturúr, sigur Jacob. Dystargongdin var henda:
Tað gekk striltið hjá liðunum at fáa mál fyrst í dystinum og javnt gekk á. Átta minuttir spældir og 4-4, og eftir fimtan minuttir 6-5 til KÍF. Og hesa løtuna hevur neistaverjan gott tak á KÍF álopsspælinum. Tjúgu minuttir spældir 9-6 til KÍF, og KÍF kann fara til hálvleik við 13-9 leiðslu.
KÌF byrjaði væl seinna hálveleik, tí eftir tíggju minuttir spæl var KÍF á odda 17-11 og løtu seinni 20-12, og dysturin sýntist at vera avgjørdur. Men tó ikki heilt, tí neistamenn komu við góðum endaspurti, har liðið skeyt fimm mál seinastu fimm minuttirnar, meðan KÍF einki mál fekk hesa løtu. KÍF vinnur dystin 23-20. Eg spurdi Jacob Jónsson, um sigurin var í vanda seinastu minuttirnar og hann sigur.
– Nei, eg føldi ikki, at sigurin var í vanda, men neistamenn bardust til seinasta bríksl. Og sum eg sigi omanfyri, var eg ikki nøgdur við nógv í dystinum. Óla Kristian stóð væl í KÍF málinum, og KÍF miðverjan við Tony og Rógvi loystu sína uppgávu, men trupulleikin hjá okkum var í álopsspælinum, tí fingu vit 23 mál, sum er í minna lagi, sigur Jacob.
Áhugavert at síggja málskjúttarnar hjá KÌF, tí teir eru bara fimm í tali. Eg havi skrivað tað áður. Høvdu neistamenn havt ein skjútta aftrat, sum skeyt eini átta mál hvønn dyst, so hevði verið øðrvísi. Stríðsandin er frálíkur á neistaliðnum, verjan frálík, men tú vinnur ikki dystir bert at skjóta tjúgu mál. Men eingin ivi um, at neistamenn fara taka stig frá oddaliðunum. (Vagnur)
Málskjúttar Neistans: Teitur Magnusson 5, Torstein Balle 4, Terji Mørk 3, Ári Rouch 2, Rógvi Nolsøe 1, Rói Berg Hansen 1, Beinur Davidsen 1, Kriss Poulsen 1, Andrass Joensen 1, Herbjørn Lava 1
Málskjúttar KÍF: Nicklas Selvig 13, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Teitur Joensen 2, Ási Dam 2 og Rúni Joensen 1
Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin Petersen
