IHF hevur broytt aldursmarkið í Challenge Trophy kappingini, har føroysk landslið hava spælt seinnu árini. Challenge Trophy kappingin kann sammetast við áður altjóða kappingina fyri landslið í C-bólkinum, har føroyska manslandslið spældi á sinni.
Føroysk A-landslið hava spælt í hesi kapping, men nú hevur IHF broytt mansaldurin til at vera tjúgu ár og kvinnualdurin til at vera nítjan ár, so Challenge Trophy kappingin í framtíðini verður ein U19/20 kapping fyri landslið.
Landsliðsvenjarin Claus Rasmussen hevur sent HSF framtíðarætlan um U19 landsliðið fyri kvinnur, men HSF formaðurin Kristian Johansen sigur, at HSF hevur ikki enn viðgjørt endaliga framtíðina hjá ungu landsliðunum.
Føroyska kvinnulandsliðið var væleydaða landsliðsferð í Finnlandi, og føroysku kvinnurnar vóru ótrúliga væl nøgdir við ferðina. Og tað hevur stóran týdning fyri føroyskan hondbólt, at føroyskir spælarar fáa aðrar avbjóðingar enn føroysku kappingina. Challenge Trophy kappingin er broytt, og landsliðsvenjarin Claus Rasmussen vil fegin sleppa at arbeiða víðari við ungu spælarunum, sum óivað skulu spæla í Challenge Trophy kappingini í 2014, og Claus sigur:
– Tað er rætt, at eg havi sent HSF eina ætlan um kvinnurnar føddar í 1995, 1996 og 1997. Nakrar av hesum kvinnum vóru við í Finnlandi, og vit kunnu fáa at eitt sterkt landslið, sum kann spæla í Challenge Trophy kappingini í 2014, um vit byrja fyrireikingina longu nú.
– Tí havi eg sent HSF eina ætlan, har eg vísi á, at kvinnurnar eisini savnast, tá ið landskappingin liggur still. Torført er at savna ungu kvinnurnar í vetrarmánaðunum, tí hesar kvinnur spæla bæði við Sunset-liði, 1. deild kvinnum og gentum 17 ár. Mín ætlan miðar eftir, at vit taka út einar átjan útispælarar og fýra málverjar, og so hava vit nakrar felagsvenjingar í tíðarskeiðinum, tá ið kvinnurnar ikki spæla í landskappingini. Gera vit tað, eru vit til reiðar við einum góðum landsliði í 2014. Um møguleikar eru til tess, kann bólkurin spæla í onkrari kapping uttanlands longu næsta ár, sigur Claus.
Kristian Johansen er formaður í HSF, og hann sigur: – Vit hava fingið ætlanina frá Clausi, og vit hava eisini fingið eina fýra ára ætlan frá IHF um nýggju aldurbólkarnar í Challenge Trophy kappingini. Men HSF hevur ikki endaligt viðgjørt ætlanina hjá Clausi og nýggju aldurbólkarnar.
– Aldursbólkurin hjá monnum í Challenge Trophy kappingini varð fyrst broyttur til 23 ár, men nú aldurin 20 ár. A-landsliðið hjá kvinnum hevur spælt í Challenge Trophy kappingini, men nú er nýggj støða, tí aldurin í hesi kapping er broyttur til nítjan ár.
– Vit hava tosað um, at Føroyar áttu at bjóðað seg fram at fyriskipað Challenge Trophy kappingina, men hetta má fyriskipast í góðari tíð, tí talan er um einar hundrað spælarar, sum skulu hava innivist í Føroyum. Stóri afturvendandi trupulleikin hjá HSF er ferðakostnaðurin til og úr Føroyum. Meðan onnur lond flúgva eina ferð, mugu vit í minsta lagi flúgva tvær ferðir. Úr Føroyum til Danmarkar, so víðari til landið, sum fyriskipar kappingina.
– HSF fer at viðgera nýggju aldursbólkarnar og harvið nýggju avbjóðingarnar. Í hesum er eisini uppleggið frá landsliðsvenjaranum Clausi Rasmussen, sigur Kristian at enda. (Vagnur)

