Kvinnuliðini hjá Kyndli og StÍF spældu í høllini á Hálsi í kvøld(mikukvøldið), og her vóru áskoðarar vitni til løgnan dyst, tí Kyndil vant burturúr StÍF í fyrra hálvleiki, men tað var, sum um eitt heilt annað kyndilslið kom á vøllin í seinna hálvleiki. Viðmerkjarin hjá heimasíðuni sigur soleiðis stutt um dystin:- Kyndil byrjaði sum eitt ódnarveður fyrst í dystinum og spældi veruligan góðan hondbólt við skjótum spæli fram eftir vøllinum. Og tað sá ikki út, sum StÌF megnaði at fylgja við, og at StÍF kom at gera nakað við Kyndil í kvøld. Men so var ikki.
Ùr skiftingarrúminum komu kyndilskvinnur út til seinna hálvleik, men hetta var ikki sama liðið sum í fyrra hálvleik. Hvørki verjuspælið ella góða álopsspælið frá fyrra hálvleiki var at hóma í seinna hálvleiki. StÌF spældi og bardi seg spakuliga inn á Kyndil í seinna hálvleiki við ótrúligari góðari verju, sigur viðmerkjarin hjá heimasíðuni. Dystargongdin var henda:
Fimm minuttir farnir og javnleikur 2-2, tíggju minuttir spældir 5-3 til Kyndil, og Kyndil dregur frá við skjótum góðum spæli. Tjúgu minuttir spældir, og Kyndil dregur meira frá, tí nú er støðan 12-5. Liðini fara til hálvleik við 15-7 leiðslu til Kyndil, og einki talar fyri, at StÍF kann fáa fatur í Kyndli.
Í seinna hálvleiki fær StÍF góða byrjan og skjýtur fimm mál beinanvegin, meðan Kyndil skýtur eitt mál. Og tað er serliga frálíka StÍF verjan, sum heldur Kyndli burtur at skjóta eins nógv mál, og liðið gjørdi í fyrra hálvleiki. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fær StÍF fatur í Kyndli, tí meðan StÍF kemur nærri og nærri, skjóta kyndilskvinnur bara fýra mál í seinna hálvleiki. Longu tá ið hálvleikurin er eitt sindur meira enn hálvrunnin er javnleikur 18-18, og seks minuttir fyri leiklok fer StÍF framum og vinnur siðani dystin 21-19.
Úr høllini á Hálsi verður í kvøld sagt, at kyndilskvinnur vóru fyri ongum í seinna hálvleiki, har einki riggaði og nógvar villur, meðan krútsterka StÍF verjan hevði ótrúliga gott tak á kyndilsálopinum, og sum var størsta orsøkin til, at StÍF fekk fatur í Kyndil í seinna hálvleiki og kundi vinna dystin. Viðmerkjarin hjá heimasíðuni vil nevna ein StÍF spælara, sum spældi sín besta dyst á árinum, og tað var Paula Høgnesen. OK. Rebekka skjýtur nógv mál, og Fríðrun og aðrar tóku eisini stór tøk, men okkara viðmerkjari vil serliga vísa á Paulu Høgnesen, sum vísti seg frá síni allar bestu síðu á vøllinum.
Hyggja vit í stigtalvuna niðanfyri, síggja vit løgna støðu. Seks lið eru í bestu deildini, har fýra lið hava “minus” málmun. Kyndil á øðrum plássinum, men hevur spælt nýggju dystir. Siga vit, at øll liðini hava spælt eins nógvar dystir, so kann bara eitt stig vera á muni millum nummar tvey og nummar seks. So spenningur er um, hvat lið fylgir Neistanum í FM-finalurnar. (Vagnur)
Málskjúttar Kyndils: Simona Iacob 5, Anja Heinadóttir 5, Turið Arge 5, Jórun Ludvig 2 og Anna Brimnes 2
Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 9, Paula Høgnesen 5, Fríðrún Danielsen 4, Bára Berthelsen 2 og Lena Weihe 1
Dómarar: Niclas Niclasen og Daniel Rapa
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 8 | 251 | 186 | 65 | 16 |
| 2 | Kyndil | 9 | 198 | 214 | -16 | 9 |
| 3 | VÍF/Tjaldur | 6 | 154 | 145 | 9 | 6 |
| 4 | Stjørnan | 8 | 178 | 191 | -13 | 6 |
| 5 | VB | 8 | 182 | 197 | -15 | 5 |
| 6 | StÍF | 7 | 163 | 193 | -30 | 4 |
