Vit kunnu nú rokna við, at neistamenn fara at gera um seg í kappingini. Teir vunnu við einum máli á H71, og mikukvøldið vinna teir málríkan dyst á Team Klaksvík. Eg fekk fatur í Ára Rouch eftir dystin og spurdi hann, hví neistamenn veruliga bíta frá sær júst nú og síggja út at skjóta fleiri mál enn í fyrstu dysturnum.
Ári sigur: – Vit byrjaðu kappingarárið varnir, tí vit høvdu nýtt lið, og vit vistu ikki, hvar vit flutu. Fyrst løgdu vit okkum eftir góðum verjuspæli og drógu mangan ferðina úr álopsspælinum. Nú kenna vit betur hvør annan og tora at satsa meiri fram eftir vøllinum, spæla nógv fleiri skjótálop og fáa harvið fleiri mál. Onnur orsøk er, at ungu spælararnir hava fingið størri sjálvsálit, nú tað gongur betur hjá tí einstaka og liðnum. Tá ið spyrt meg um Team Klaksvík, so haldi eg, at nógvir góðir spælarar eru á liðnum, men verjuspælið hjá Team Klaksvík í kvøld var ikki nóg gott, og millum annað slapp Teitur Magnusson fer eftir í gjøgnum miðverjuna. Hann skeyt tólv mál. Annar spælari, eg vil nevna, er Torstein Balle hjá Neistanum, sum fór seks ferðir frá høgra veingi og skeyt fimm mál, sigur Ári.
Leikgongdin var henda: Níggju minuttir spældir, og neistamenn á odda 7-4, men eftir nítjan minuttir eydnaðist Team Klaksvík at spæla seg til javnleik 9-9. Neistamenn draga spakuliga frá, og eftir 25 minuttir er Neistin á odda 14-12 og kann fara til hálvleiks við 17-12 leiðslu. Í seinna hálvleiki heldur Neistin nakað somu leiðslu fyrstu tíggju minuttirnar, tí tá er støðan 22-16. Næstu tíggju minuttirnar ger Neistin veruligt hál og fer til leiðsluna 31-20. Seinastu tíggju minuttirnar er munurin hin sami, og málríki dysturin endar 37-27 til Neistan. Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen dømdu dystin. (Vagnur)
Málskjúttar Team Klaksvík: Dánjal Kjærbo 8, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 8, Beinur Heðinsson 4, Vilhelm Vilhelmsson 2, Andrias Ellingsgaard 2, Mathias Samuelsen 2 og Heri Johnsson 1
Málskjúttar Neistans: Teitur Magnusson 12, Andrias Joensen 6, Torstein Balle 5, Herbjørn Lava 5, Terji Mørk 4, Rógvi Nolsøe 1, Kriss Poulsen 1, Beinur Davidsen 1 og Ári Rouch 1
Kyndil-Neistin 22-33(12-14) Neistakvinnur drógu nógv frá seinast í dystinum
Leikgongdin í stuttum var henda: Fimtan minuttir spældir og javnleikur 5-5. Tjúgu minuttir spældir 9-7. Neistin fer til hálvleik við 14-12 leiðslu. Ì seinna hálvleiki dregur Neistin frá og er á odda 19-16 eftir tíggju minuttir. Tjúgu minuttir spældir og Neistin á odda 25-20. Kyndil steðgar upp seinastu tíggju minuttirnar, meðan Neistin bara økir meira um munin. Tryggur sigur til Neistan 33-22.
Málskjúttar Kyndil: Guðrið G. Eystberg 5, Jórun Ludvig 5, Anja Heinadóttir 3, Simona Iacob 3, Anna Brimnes 2, Bjarta Johansen 2, Randi Wardum 2 og Bára K. Hansen 1
Málskjúttar Neistans: Barbara Brauer 12, Bára Hansen 5, Marjun Danberg 5, Nicoleta R. Hansen 4, Ása á Neystabø 3, Jacklin Durhuus 2 og Eir Berg 2
Dómarar: Regin Petersen og Ragnar Simonsen
