Kvinnuliðini VÍF/Tjaldur og Stjørnan í bestu deildini spældu í kvøld í Runavík, og VÍF/Tjaldur vann tryggjan sigur, sjálvt um javnt gekk á fyrstu 25 minuttirnar í dystinum. Úr Runavík verður sagt, at Stjørnan misti takið seinastu fimm minuttirnar í báðum hálvleikunum. Eygleiðarin sigur, at tað var serliga vinstri vongurin hjá VÍF/Tjaldur Heidi Sevdal, sum í seinna hálvleiki gjørdi um seg. Hon skeyt eitt mál í fyrra hálvleiki, og sjey mál í seinna hálvleiki. Flestu í skjótálopi. Nú seti eg spurningin: Stjørnan í FM-finalurnar? Eg ivist.
Leikgongdin var annars henda: Liðini fylgdust í fyrra hálvleiki og eftir korter spæl, var støðan 4-4. Eftir 25 minuttir spæl var javnleikur 9-9, men so fekk VÍF/Tjaldur fýra mál á rað, so liðini fóru til hálvleiks við 13-9 leiðslu til VÍF/Tjaldur. Í seinna hálvleiki fekk VÍF/Tjaldur heilt góða byrjan, tí eftir tíggju minuttir var liðið á odda 21-14. Men næstu minuttirnar hevði Stjørnan bestu løtuna og minkaði um munin niður í trý mál, tí tá 22 minuttir vóru spældir var bara trý mál á muni 25-22 til VÍF/Tjaldur.
Men so hendi tað sama, sum seinast í fyrra hálvleiki. VÍF/Tjaldur reyk aftur á stað til støðuna 29-22 tveir minuttir fyri endabríksl. Dysturin endaði 30-24 til VÍF/Tjaldur. Sigast skal, at stjørnuliðið er framvegis skert, tí Simona Petersen kann ikki enn spæla vegna skaða í knænum, og Durita Christophersen er framvegis í Danmark. Hjá Stjørnuni gerst Ema Bezanovis bara betur og betur, men sjálvt um hon skeyt níggju mál, so brendi hon eisini nógv skot. Spælið hjá VÍF/Tjaldur gerst bara betur og betur, verður sagt úr Runavík.
Nú hevur Stjørnan spælt fimm dystir, og hevur tvey stig. Spurningurin er, um liðið kemur í FM-finalurnar. Mín niðurstøða er, at kemur Simona ikki aftur á stjørnuliðið nakað skjótt, so kemur Stjørnan ikki í FM-finalurnar. Hvussu er við Duritu, veit eg einki um í løtuni. Harafturímóti mennist VÍF/Tjaldur, sum kappingin líður, og eingin ivi er um, at vit kanska síggja júst hetta liðið í FM-finalunum í vár.
Men, sum eg havi sagt áður, so standa og falla øll liðini í Sunset-deildini við nøkrum heilt fáum spælarum. Nøkrum fáum skjúttum. Liðini vikna heilt nógv, missa tey bara ein av teimum góðu bakspælarunum. Vit síggja tað í Stjørnuni, og vit sóu tað, tá ið VÍF/Tjaldur spældi uttan Liljuna Djurhuus. Tað sama ger seg galdandi á hinum fýra liðunum. (Vagnur)
Málskjúttar VÍF/Tjaldur: Heidi Sevdal 8, Andina Petrea 8, Liljan Djurhuus 6, Eilin Hansen 3, Amanda Kristensen 3 og Ansy Sevdal 2
Málskjúttar Stjørnan: Ema Bezanovic 9, Ella Petersen 5, Una Olsen 5, Annika Ljósstein 3 og Alina Anghel 2
Dómarar: Niclas Niclasen og Daniel Rapa
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 5 | 169 | 122 | 47 | 10 |
| 2 | VB | 5 | 123 | 129 | -6 | 5 |
| 3 | Kyndil | 5 | 110 | 119 | -9 | 5 |
| 4 | VÍF/Tjaldur | 5 | 126 | 124 | 2 | 4 |
| 5 | StÍF | 3 | 76 | 89 | -13 | 2 |
| 6 | Stjørnan | 5 | 100 | 121 | -21 | 2 |

