Kyndil-VÍF 22-24 (11-14) Tættur og spennandi dystur í Havn StíF-Neistin menn 29-20 (12-10)

Frálíkur hondbóltsdystur í høllini á Hálsi mikukvøldið.

Ein av teimum góðu og spennandi dystunum millum mansliðini hjá Kyndli og VÍF varð spældur í Havn mikukvøldið. Claus Rasmussen sá dystin og sigur soleiðis. – Ein frálíkur, tættur og spennandi hondbóltsdystur. Nógv ferð á spælinum, tvær góðar verjur og góðir málverjar. Besti spælarin hjá Kyndli var íslendingurin Hørdur Fannar Sigtórsson, sum var ein brandur í verjuspælinum. Dysturin gjørdist ótrúliga javnur í endanum, og óivað vann VÍF dystin, tí kyndilsmenn brendu nógvar upplagdar málmøguleikar og mistu týðandi bóltar í avgerandi løtum. Eg vil serliga nevna ein VÍF spælara, sum spældi ein frálíkan dyst. Andrias Eriksen eitur VÍF spælarin, sigur Claus. Gongdin í dystinum var henda: (Hagtøl StÍF-Neistin niðanfyri)

Tað gekk javn á frá byrjan, og eftir tíggju minuttir var javnleikur 3-3. Restina av fyrra hálvleiki var VÍF á odda einum, tveimum og trimum málum. Eftir tjúgu minuttir spæl var VÍF á odda 8-5,  og fimm minuttir seinni var VÍF á odda bara við einum máli 9-8. Seinastu fimm minuttirnar í fyrra hálvleiki dró VÍF meira frá, tí við hálvleik førdi VÍF 14-11.

Í seinna hálvleiki var sama frástøðan fyrstu tíggju minuttirnar, men so knappliga kom Kyndil í góðan stima og nærkaðist meira og meira. Tjúgu minuttir spældir og javnleikur 20-20, men so steðgaði góða gongdin hjá Kyndli, tí Kyndil fekk bara tvey mál seinastu tíggju minuttirnar, meðan VÍF fekk fýra mál, so endaliga støðan 24-22 til VÍF í einum góðum, tøttum og spennandi dysti. Stóru ábendingina um styrkjuna hjá liðunum fáa vit næsta vikuskifti, tí tá spæla H71 og Kyndil og KÍF og VÍF. Karstin Joensen og Kári Hansen dømdu dystin.  

Málskjúttar Kyndil: Finnur Hansson 7, Ludvík Súnason 4, Josef Abrahamsen 3, Thorvald Abrahamsen 2, Hørdur Fannar Sigtórsson 2, Birgir Poulsen 2, Andrias Sólsker 1 og Høgni Klein 1

Málskjúttar VÍF: Magnus á Rógvi 4, Andrias Eriksen 4, Filip Jojic 4, Martin Ritto 4, Rasmus Junker 3, Joan Pauli Høgnesen 2, Holgar Durhuus 1, Bárður Brimvík 1 og Agnar Joensen 1

StíF-Neistin menn 29-20 (12-10) Neistmenn megna ikki heilan dyst

Neistavenjarin Áki Mørk fekk serliga uppgávu, tá ið hann tók av at venja mansliðið hjá Neistanum. Hann visti, at manning kom ikki av vera hin sama, sum undanfarin ár, har liðið var í toppinum. Eg havi hitt Áka, og hann sigur soleiðis: – Umframt, at neistaliðið mest sum byrjar av nýggjum, so hava vit verið ótrúliga óhepnir í hesum kappingarárinum. Í gjárkvøldið spældu Grímur Pedersen, Guðfinnur Thorsteinsson og Jugoslav Djumic ikki. Grímur breyt hondina í dysti ímóti Kyndli, Guðfinnur er skaddur í øðrum knænum, og Jugoslav Djumic kundi ikki spæla í gjárkvøldið.

Enn ein “Mørk” spælari er farin at gera um seg í bestu deildini. Terji Mørk nr. 24 skeyt átta mál á Skála í gjárvkvøldið. (Mynd Álvur)

Menn eru raskir í verjuspælinum, og vit hava megnað at hildið tørn í fyrra hálvleiki, men so gongur orkan hjá spælarum undan, tí breiddin er ikki stór, og nógv verður lagt á herðarnar á fáar spælarar. Í gjárkvøldið eru so tríggir spælarar ikki við, tí mugu vit fara eftir ungum óroyndum spælarum, sigur Áki í stuttari viðmerking.

Hyggja vit í dómaraseðilin, so er Neistin hampuliga væl við í fyrra hálvleiki. Tíggju minuttir spældir 4-4, men so fer StÍF fram um 9-5, tá ið tjúgu minuttir eru spældir, og hálvleikstøðan er 12-10 til StÍF. Ì seinna hálvleiki fylgjast liðini við sama muni, tí eftir tjúgu minuttir er StÍF á odda 21-18. Men so sæst nakað løgið í dómaraseðlinum. 24 minuttir spældir og støðan 23-20 til StÍF, men fimm minuttir seinni og við dystarlok er støðan nú knappliga 29-20 til StÍF.  Nú havi eg ikki sagt nakað hesuferð um StÍF, men eg eri vísir í, at StÍF fer at kappast heilt har frammi um at koma í FM-finalurinar. (Vagnur) 

Málskjúttar StÍF: Allan Norðberg 8, Sveinur Justinussen 5, Pætur Joensen 4, Borgar Danielsen, 4, Marius Joensen 4, Rógvi Danielsen 2 og Jógvan G. Joensen 2

Málskjúttar Neistin: Terji Mørk 8, Teitur Magnusson 4, Torstein Balle 3, Ári Rouch 2, Andras Joensen 1, Rógvi Nolsøe 1 og Beinur Davidsen 1

Dómarar: Thomas Juul Thomsen og Arnar Dam

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 6 188 136 52 11
2 VÍF 6 163 141 22 8
3 H71 6 168 151 17 8
4 Kyndil 6 161 147 14 7
5 StÍF 6 161 139 22 6
6 Neistin 6 129 151 -22 2
7 Team Klaksvík 6 97 202 -105 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *