Í kvøld var dystur í Hoyvíkshøllini millum mansliðini hjá H71 og Team Klaksvík. Eg sá ikki dystin, men havi fingið dómaraseðilin. Úr honum síggi eg, at Team Klaksvík fylgir H71 fyrsta korterið, tí tá er støðan 5-3 til H71. Klaksvíkingar eru eisini hampuliga væl við næstu tíggju minuttirnar, tí tá ið 25 minuttir eru spældir, er H71 á odda 12-9, men Team Klaksvík missir takið seinastu fimm minuttir við trimum málum ímóti sær. Hálvleikstøðan 15-9 til H71.
Í seinna hálvleiki fær Team Klaksvík heilt vánaliga byrjan, tí longu eftir tíggju minuttir er støðan 21-10 til H71. Og H71 heldur fram at skjóta eina rúgvu av málum, og eftir tjúgu minuttir er støðan 31-13. Dysturin endar 34-15 til H71, og tað er stórur munur í hondbólti. Í kvøld spældu framvegis hvørki Dánjal ella Sámal við Team Klaksvík, og úrslitini í kvøld ímóti H71 og í seinastu viku ímóti KÍF siga mær, at Team Klaksvík liðið í løtuni er alt ov illa mannað til tess at spæla í bestu deildini.
Eg eri tó ein av teimum, sum inniliga havi vónað í nógv ár, at manshondbólturin í Klaksvík fer at fóta sær. Seinasta kappingarár hevði Team Klaksvík frálíkt lið, sum vann á øllum liðunum uttan KÍF, men liðið tolir slett ikki at missa eitt heilt lið, um vit kunnu siga tað soleiðis. Vónandi verður betri næstu dystirnar. Um H71 er at siga, at liðið sunnudagin vann í VÍF, og tað sigur mær so mikið, at H71 nú sanniliga er við í stíðnum um at koma í FM-finalurnar.
Tá ið sá H71 fyrst í kappingini, helt eg ikki, at liðið við táverandi manning megnaði at koma í FM-finalurnar, sjálvt um nógvir spælarar eru ungir og góðir. Tað var breiddin í bakketuni, sum eg helt vera ov veika. Men, sum eg havi sagt áður, so er Poul Kjartan Dam komin aftur á liðið, og eg síggi, at Niels Viggo Niclasen, sum er góður verjuspælari, er komin aftur á dómaraseðilin. H71 mennist í hvørjum.
Málskjúttar H71: Rúni Højgaard 6, Bogi Davidsen 5, Poul Kjartan Dam 5, Bogdan Florea 5, Hallur Biskopstø 4, Rógvi Sørensen 2, Høgni Djurhuus 2, Sigmundur Nolsøe 2, Tróndur Arge 2 og Høgni Olafsson 1
Málskjúttar Team Klaksvík: Beinur Heðinsson 4, Andrias Ellingsgaard 3, Kjartan Jacobnsen 3, Kristoffur Jacobsen 3 og Heri Johnson 2
Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum
