Stjørnan – Neistin 21-34 (9-16) Neistin var nógv tað betra liðið

Hugaligt, at Ása á Neystabø er aftur á neistaliðnum. Gentan við bóltinum eitur Birita Jacobsen. (Mynd Álvur)

Seinnapartin var dystur í Klaksvík millum kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Neistanum, og longu frá byrjan í dystinum løgdu neistakvinnur seg á odda, tí um miðjan hálvleik var Neistin á odda 10-3. Tað sýntist, sum neistakvinnur eru í nógv betri venjing enn stjørnukvinnur. Hetta er víst á áður í øðrum dystum. Neistaverjan stóð væl og málverjarnir væl, og tá ið neistaverja var góð, fekk Stjørnan ov fá mál. Durita Chirstophersen var komin úr Danmark, meðan Simona Petersen ikki var við, tí hon hevur knæskaða. Neistafólk fingu eyga á ungt stjørnuskot, og ungi spælarin spældi á høgra veingi hjá Stjørnuni. Og hvør er so hon?

Í nógv ár hevur Bára Klakstein verið ein av berandi spælararum hjá Stjørnuni, men úr neistaleguni verður sagt, at dótturin unga Eyðvør Klakstein veruliga gjørdi um seg í Klaksvík í dag. Eyðvør er skjót og arbeiðssom, og hon skeyt trý mál. Eisini verður sagt, at Ella Petersen úr Stjørnuni kann vera væl nøgd við sítt avrik. Hon spældi eisini væl ímóti Kyndli í Havn. Dystargongdin fór soleiðis fram: Neistin legði seg á odda sum omanfyri sagt 10-3 um miðjan fyrra hálvleik og kom næstu minuttirnar fram um 14-5, og um hetta mundið var stórur munur á liðunum. Stjørnan spældi tó væl seinastu fimm minuttirnar av hálvlekinum og skeyt fýrá mál á rað, so fyrri hálvleikur endaði 16-9 til Neistan.

Fyrst í seinna hálvleiki gekk av skriðuni hjá Stjørnuni og ótrúliga væl hjá Neistanum, tí neistakvinnur vunnu fyrstu tíggju minuttirnar 8-1, og nú var støðan knappliga 24-10 til Neistan, og dysturin avgjørdur. Eins og í fyrra hálvleiki, so gekk betur hjá Stjørnuni seinastu tíggju minuttirnar, tí meðan Stjørnan skeyt eitt mál fyrstu tíggju minuttirnar í hálvleikinum, skeyt Stjørnan átta mál seinastu tíggju minuttirnar. Neistavenjararnir skiftu nógv út, so allir spælarar sluppu at spæla, men tær ungu kláraðu seg væl. Neistakvinnur vunnu í dag uppibornan sigur á Stjørnuni í Klaksvík. Úr Klaksvík verður sagt, at samansetingin av neistaspælarum – nakrir eldri og fleiri ungir spælarar – er sera góð.

Í Klaksvík eru fólk greið um, at Stjørnuliðið hevur onkuntíð verið betur, og serliga leggur fólk merki til, at fleiri stjørnuspælarar ikki eru í nóg góðari venjing. Berandi spælarar megna ikki at halda orkuna og harvið trýstið allan dystin. (Vagnur)

PS. Eg síggi í morgun, at skrivað er 25-34, men hetta er ikki rætt. Úrslitið gjørdist 21-34. Skeivt er skrivað á dómaraseðlinum, og tá ið eg hyggi nærri, so skeyt Stjørnan ikki fimm mál í 30. minutti, men eitt mál. Men har stendur talið 25 tvær staðni á dómaraseðlinum. Gott at fólk fylgja væl við.

Málskjúttar Stjørnan: Durita Christophersen 6, Ella Petersen 5, Eyðvør Klakstein 3, Lovisa Lassen 3, Edith Hansen 2, Joan M. Joensen 1 og Durita Thomsen 1

Málskjúttar Neistans: Barbara Brauer 9, Nicoleta Hansen 5, Marjun Danberg 5, Ása á Neystabø 4, Bára Hansen 4, Jacklin Durhuus 3, Lilja Mohr 2, Birita Jacobsen 1 og Rakul Augustinussen 1

Dómarar: Karstin Joensen og Kári Hansen

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *