5546 fólk eru síðani 1935 grivin í “nýggja” kirkjugarði í Havn

Teir sleppa ikki longur vestur við kirkjugarðinum. (Mynd Vagnur)

Í morgun hugsaði eg, at tað kundi verið áhugavert at vitað, hvussu nógv fólk eru grivin í “nýggja” kirkjugarðinum við Velbastaðvegin. Eg visti, at kirkjugarðurin var frá 1935, og at Kapellið varð bygt fyrst í 50-árunum. Eg koyrdi út í kirkjugarðin, har eg hitti leiðandi gravaran Høgna Krossteig. Og hetta gjørdist áhugavert prát. 

Høgni er leiðandi gravari í Tórshavnar kommunu. (Mynd Vagnur)

Gamli kirkjugarðurin á Svínaryggi varð vorðin ov lítil í 30-árunum, og seinast í 50- árunum, hildu vit ungu tað vera ótrúliga langt at fara við nýggjum kirkjugarði so langt frá miðbýnum og Havnar Kirkju. Vit lærdu okkum at svimja í tveimum hyljum í Sandá, og tí gingu vit mangan framvið kirkjugarðinum, har vinarligi Poli í Mattlág tá var gravari.

Komin í morgun út í kirkjugarðin, bankaði eg á hurðina til nýggja gula húsið bygt í 2006, har leiðandi gravarin Høgni Krossteig heldur til, og teir fýra arbeiðsmenninir. Annar líkvognurin stendur í niðaru hædd, har er køkur, brúsa og uppihaldsrúm til arbeiðsfólkið. Høgni situr við skrivarborðið, og á veggunum hanga ymisk kort yvir allar gravirnar bítt upp í ymisk øki. Fyrsti spurningur mín er, hvussu nógv fólk eru grivin í kirkjugarðinum?

Núverandi gjørd pláss eru fullsett um eini fimm ár, so má farast oman um vegin, sum er hvíta økið. (Mynd Vagnur)

– Í núverandi løtu eru 5546 fólk grivin í kirkjugarðinum síðani í 1935. Fyrsta grøvin er beint niðan frá kapellinum undir garðinum við Velbastaðvegin. Har liggur “fabrikant” Evensen, sum doyði 25. september 1935. Fyrstu nógvu árini vóru fólk grivin nær kapallinum, men sum tú sært, so fevnir kirkjugarðurin nú um stórt økið.

Hetta er fyrsta grøvin frá september mánað í 1935. (Mynd Vagnur)

– Í 2011 vórðu 147 fólk grivin í kirkjugarðinum, sum er tað mesta nakrantíð, men vanliga verða nakað yvir hundrað fólk grivin í hesum kirkjugarðinum um árið. Kirkjugarðurin er nú vorðin so stórur, at vit sleppa ikki longur vestur, tí har kemur ringvegurin og brúgvin út á Argir, tí mugu vit um eini fimm ár oman um vegin, sigur Høgni.

– Fyrr var tað soleiðis, at familjur bóðu um familjupláss í kirkjugarðinum, og familja kundi fáa seks pláss, men soleiðis er ikki longur. Nú tosa vit um dupultar gravir og einstakar gravir. Sum tú sært á kortinum, so hava vit serlig øki til barnagravir og øki, har einlig liggja.

– Um kirkjugarðin er at siga, at hetta nýggja húsið til starvsfólkið og annan líkbilin varð bygt í 2006, Kapellið varð bygt í 1951, men er víðkað seint í 70 -árunum og aftur í 2006. Umframt vanligar gravir, so koma eisini urnir úr útlondum í kirkjugarðin. Tað munnu vera einar 100 urnur grivnar í garðinum, og á hesum økinum er hugburðurin boyttur, tí tað verður gjørt meira og meira burturúr, tá ið urnur koma úr útlondum.

– Tú spyrt meg um bilar, sum kunnu koyra í kirkjugarðinum? Eg rokni við, at um ikki so langa tíð verður bannað hjá vanligum bilum at koma í kirkjugarðin, tí vanligt er ikki aðrastaðni, at bilar koyra í kirkjugørðum. Men sjálvandi skulu fólk, sum tildømis eru avlamin, kunna koma í kirkjugarðin við bili, sigur Høgni at enda.

Stásiliga húsið til árbeiðsfólkið, líkbil og kontór, varð bygt í 2006. (Mynd Vagnur)

Høgni Krossteig umsitir allar kirkjugarðarnar í Tórshavnar kommunu, men tað eru fólk á staðnum tildømis í Kollafirði og Nólsoy, sum grava gravirnar. Prát kom eisini inn á líkbrenningarhús, tí eg sá í fjølmiðlum fyri nøkrum árum síðani, at møguleiki skuldi vera at byggja slíkt hús í Føoyum, sum kostar einar seks milliónir. Tað hoyrist einki aftur um møgulig líkbrenningarhús, óivað tí, at føroyingar vilja ikki brennast. Eg takki fyri prátið og tók seinastu myndina á ferðini í kirkjugarðinum. (Vagnur) 

Kapellið varð bygt í 1951, men er gjørt størri í 70 árunum og síðani í 2006. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *