
Gamli parturin er frá 1935. Bygt varð upp í heimið vestureftir miðskeiðis í 70 árunum. (Mynd Vagnur)
Gerast vit nóg gomul, kemur tíðin, tá ið brúk er fyri plássi á ellisheimi ella onkrum líknandi stovni. Framtíðarhagtølini siga í løtuni, at fleiri og fleiri eldri fólk verða í Føroyum, tí barnsburðartalið minkar, kvinnur fáa færri børn, og at ov nógvar ungar kvinnur flyta av landinum. Seinnu árini hava eg vitjað nógv á Lágargarði og Tjarnargarði, og nú býr mamma mín á Ellisheiminum í Havn. Gamla Ellisheimið er frá 1935 og er í grannalagnum, har eg eri uppvaksin. Ellisheimið er ein perla í míni verð. Har er heimligt, starvfólk vinarlig, og tey gomlu trívast væl. Men so gott skotsmál fær tildømis Tjarnargarður ikki, tí uppí bygningurin skuldi ongantíð verið bygdur soleiðis.
Fyri sjey árum síðani kom ein pápa beiggi mín á Tjarnargarð, sum er gamla Marinustøðin. Hann var viknaður og kundi ikki longur búgva heima. Tá ið eg fyrstu ferð trein inn á Tjarnargarð, var eg ovfarin, hvussu hugnaligt og heimligt tað var á Tjarnargarði. Uppihaldsrúmið og kømur var eins og heima hjá fólkunum, sum búðu har. Pápabeiggin treivst heilt væl. Men so bygdi kommunan ein nýggjan bygning upp í Marinustøðina, og pápabeiggin var ein av teimum, sum skuldi búgva í nýggja bygninginum.
Stórt vónbrot bæði fyri pápabeiggja og okkum onnur, sum vitjaðu hann. Nýggja heimið minnir mest um ein listaskála, hvítir betongveggir, kalt og opið upp í tróðrið. Vit stóðu øll spyrjandi? Hví byggja heim til eldri fólk, sum víkir so nógv frá teirra egna heimi, sum tey eru koma frá? Verst var, at so nógv “rúmljóð- decibel” var í hølunum, at tú hevði høvuðpínu eftir vitjanina. Vitjandi og starvsfólk gjørd vart við hetta, og eftir eina tíð komu serligar ljóðplátur upp á betongveggirnar, so hetta batnaði, hvat ljóði viðvíkur. Og har sótu nøkur fá eldri fólk í einum alt ov stórum uppihaldsrúmi, sum eg heldur vil kalla eitt torg.
Tá ið hetta er sagt, so eru starvfólkini á Tjarnargarði fyrimyndarlig, men tað er ótrúligt, at Tórshavnar kommuna hevur góðkent slíkar tekningar. Gumma og gubbi mín búðu á Lágargarði, men nú eru tey farin. Lágargarður er bygdur í teimum góðu 80 árunum, og har er einki spart. Fólk dáma væl á Lágargarði, men trupulleikin er, at fólkini eru ikki nóg væl fyri at brúka allar hentleikarnar í bygninginum. Bíðilistin at sleppa á stovn er so stórur í Havn, at bara tey, sum eru ringast fyri, fáa pláss. Hetta var ikki ætlanin, tá ið tankar á sinni vóru um at byggja Lágargarð.
Um stutta tíð letur Boðanesheimið upp yviri við Stond. Spennandi at síggja, hvussu tey innrættað heimið, har 66 fólk skulu búgva. Eg havi hoyrt fólk siga, at man skal ikki flyta tey eldru fólkini út um Havnini ella á økir, har eingir grannar eru. Ellisheimið, har mamma mín býr, er mitt í býnum. Fólkini eru gomul, meira enn 90 ár í miðal, og fólk eru eisini farin um tey hundrað árini. Har er lív uttanfyri Ellisheimið, og tað hevur eftir mínum tykki nógv at siga fyri búfólkið, ja, og eisini fyri okkum onnur. (Vagnur)
