
Guðrið heldur fram, har hon slepti seinasta kappingarár. Hon slóðaði fyri VB sigrinum seinnapartin. (Mynd Álvur)
Eg má siga akkurát sum er, at ikki hevði eg roknað við, at VB fór at vinna á Stjørnuni í Klaksvík í dag, men við Gurið Mortensen á odda vann VB í tøttum endaspurti á Stjørnuni. VB legði hart út við 3-0 leiðslu, og var á odda 6-3 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Men VB steðgaði upp seinastu tíggju minuttirnar í fyrra hálvleiki, og við fimm málum seinastu fimm minuttirnar, kundi Stjørnan fara til hálvleik við 11-8 leiðslu.
Tað lá væl fyri hjá VB fyrst í seinna hálvleiki, tí eftir tólv minuttir spæl var javnleikur 13-13. Trupulleikin hjá Stjørnuni var í fyrra part av seinna hálvleiki, at skotin vórðu bara trý mál í átjan minuttir, og tí kundi VB leggja seg á odda 17-15, tá ið tíggju minuttir vóru eftir at spæla. VB megnaði at halda leiðsluna restina av dystinum við einum og tveimum málunum.
Endaliga úrslitið var 20-19 til VB, og hetta má sigast at vera tvey ógvuliga týdningarmikil stig, tí tað verður ikki lætt hjá hinum liðunum at vinna í Klaksvík.
Frá heimmildarmanni úr Klaksvík verður sagt, at vit sóu ikki ein væl spældan dyst, men ein spennandi dyst, tí villurnar vóru nógvar, og nógvir upplagdir málmøguleikar brendir frá báðum pørtum. Sagt verður, at Stjørnan og VB er tvey jøvn lið við nógvum góðum spælarum, og at liðini eru betur mannað enn í fjør. Heimildarmaðurin vil serliga nevna Gurið Mortensen hjá VB, sum var ótrúliga góð í dag, hon var ófør verður sagt. Stjørnan kann bara blíva betri, tí verða mistøkini færri og misbrúktir málmøguleikar færri, so fer at síggja øðrvísi út, vóru seinastu orðini úr Klaksvík.
Úrslitið í dag í Klaksvík boðar frá, at vit skulu fylgja VB næstu dystirnar og serliga í Vági, tí í Vági hevur VB gott tak á øllum liðunum við nógvu áskoðarunum í rygginum.
Málskjúttar Stjørnan: Ema Bezanovic 8, Simona Petersen 7, Lovisa Lassen 1, Annika Ljósstein 1, Durita Chrisophersen 1, og Joan M. Joensen 1
Málskjúttar VB: Gurið Mortensen 9, Chistina Holm 3, Tamara Rabic 3, Rúna Midjord Jacobsen 2 Rannvá Johannessen 1, Una Nolsøe 1 og Bjarta Hergirsdóttir 1
Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin Mittún Petersen