Gamal bóndagarður á Sundi umgyrdur av elverki, asfaltvirki og russarum (e)

Tað er grasgrógvið á havnarlagnum á Sundi. Havnarlagið bíðar eftir oljuni, verður sagt? (Mynd Vagnur)

Tá ið tú koyrir framvið elverkinum Sundi, hugsar tú mangan, hvussu man vera at búgva í gamla bóndagarðinum. Kann minnast myndir í sjónvarpinum frá 1989, tá arbeiðsmenninir boraðu beint undir vindeyganum hjá bóndahjúnunum. “Teir kunnu bora og larma sum teir vilja, men eg fari ongan veg”, segði bóndakonan við sjónvarpsmannin. Tórhavnar kommuna kom ongantíð at hava brúka havnarlagið á Sundi, tí tað kann ikki brúkast vegna ov nógvan súgur sjónum.

Bóndagarðurin á Sundi var bygdur í 1894, men staðið er aldargamalaður bústaður. Vakur bóndagarður við øllum tí, bóndargarðar hava. Sethúsini, fjós, hjallur, súrhoyggjabrunnar og onnur úthús. Jákup Kristian Bærentsen er bóndi á Sundi, hann festi eftir pápan Hans Bærentsen, sála. Í haganum ganga 220 seyðir, og í bóndagarðinum búgva Jákup og systurin.

Nógv bleiv gjørt burturúr i fjølmiðlunum, tá ið fyrstu motararnir komu inn á Sund í 1972, hetta var áðrenn vegurin varð gjørdur úr Havn til Kalbaks. Motorarnir komu við skipi, sum legði at á serligari bryggju til endamálið. Motorarnir blivu síðani sleipaðir niðan í SEV-bygningin.

Havi spurt bóndan Jákup Kristian Bærentsen, hvussu er at vera umgyrdur av elverki, asfaltsverki og russarum.

– Roykin frá SEV-verkinum hava vit vant okkum við, men stóri trupulleikin er roykurin frá asfaltvirkinum. Virkið, sum er privat, hevur leigað økið frá Tórshavnar kommunu. Eingin trupuleiki er við russarunum, sum eru friðarligir og passa seg sjálvar, sigur Jákup.

Einaferð fyrndini búðu tjúgu fólk á Sundi, nú búgva tvey fólk. (Mynd Vagnur)

Havnarlagið á Sundi varð bygt árini 1988 og 1989, og leiðslan í Tórshavnar kommunu legði tá stóra áherðslu á, at kommunan fekk havnarlag aftrat havnunum í Tórhavn. Um bóndahjúnuni ikki toldu larm og framburð, so máttu tey flyta, varð sagt. Síggi fyri mær bóndakonuna í garðinum tosa úr køksvindeyganum við sjónvarpsmann. “Teir kunnu bora og larma, sum teir vilja, eg fari ongan veg”.

Og hvat hendi? Bóndahjúnini, sum nú eru farin, blivu búgvandi í húsunum, og havnarlagið bleiv ongantíð brúkt, tí tað kann bara brúkast í góðum veðri. Nøkur russisk skip leggja svínabundin har av og á, men kemur nógvur vindur av eystri ella landnyrðingi, so kann einki skip ikki liggja við bryggju, tí nógvur súgur er í sjónum. Har er útgrunt, og tí so nógvur súgur fram við bryggjukantinum, at trossarnir kunnu slitna. Havnarlagið á Sundi kostaði 50 milliónir í 1989.

Alt er framvegis í Havn. Fyri fáum árum síðani gjørdi Tórshavnar kommuna bingjuhavnarlag í Kollafirði, men hvørjaferð tú koyrir framvið, er einki skip at síggja við bryggju. Stóru bingjuskipini, Norrøna, Smyril og onnur stór skip sigla ikki til Kollafjarðar. Tey leggja øll at bryggju í Havn, har alt virksemið hjá fyritøkunum er.

Seinasta nýggja er, at Tórshavnar kommuna hevur gjørt ætlan um smábátahavn í Sundi til 65 bátar, tí ov trongt er í Havn og á Argjum. Frálíkt hugskot, men munnu bátaeigarnir ikki heldur vera verandi í Havn og á Argjum? Sá í einum blað, at 300 umsóknir um bátapláss til smærri bátar liggja á borðinum hjá Tórshavnar kommunu.

PS. Í 1980 gjørdur vegur inn í Kalbaksbotn, og trý ár seinni kundi tú koyra úr Havn til Kalbaks. Í 1992 varð berghol gjørt millum Kalbaksbotn og Kollafjørð. Í 1977 bleiv Sund partur av Tórshavnar kommunu. “Vit hoyra lítið og einki til ferðsluna uppi á landsvegnum”, sigur Jákup bóndi. Á havnarlagnum sæst eitt sindur av virksemi frá alivinnum. Tað kundi verið eitt sindur rudduligari á havnarlagnum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *