ÍA er nýtt hondbóltsfelag á Argjum, og seinasta ár spældu bara dreingir og menn í landskappingini, men nú byrjar ÍA spakuliga við smágentum. Góðu tíðindini eru eisini, at ÍA á fyrsta sinni skal spæla í 1. deild hjá kvinnum. Hetta eru ungar fótbóltskvinnur, sum nógvar áður hava spælt hondbólt í Neistanum, Kyndli og H71, og sum nú vilja halda seg í venjing um veturin og spæla hondbólt. Formaðurin í ÍA Krístian Martin Skála er framvegis bjartskygdur um gongdina á Argjum.
E g stúrsaði við, tá ið eg sá í kappingaryvirlitinum, at navnið ÍA var millum nøvnini í 1. deild hjá kvinnum. Mær vitandi var eingin gentu- ella kvinnuvenjing í ÍA seinasta kappingarár, men at tey ætlaðu at byrja í ár. Havi spurt Kristian Martin formann, hvørjar kvinnur skulu spæla í 1. deild?
– Vit loddaðu dýpið hjá fótbóltskvinnunum í AB, um nakrar høvdu hug at spæla hondbólt í vetur. Áhugin var beinanvegin stórur, og vit skipaðu fyri fundi, har 25 kvinnur møttu. Á fundinum kom fram, at nógvar kvinnur høvdu spælt áður í Neistanum, Kyndli og H71, ja, summar høvdu spælt í nógv ár, men valdu heldur at spæla fótbólt.
– Spurningurin var so, um vit skuldu melda kvinnuliðið til í 2. deild, men hetta hildu vit ikki vera rætt, tí ungu kvinnurnar eru í góðari venjing og fáa meira burturúrat spæla í 1. deild. ÍA kvinnuliðið í 1. deild verður mannað við spælarum, sum hava spælt áður og við spælarum, sum ikki hava spælt áður.
– Annars er gongd komin á gentuhondbóltin á Argjum. Vit byrjað við teimum yngru, har nógvar gentur eru í U6 ár og U8 ár, og so hava vit sekstan gentur í U10 ár og koma at hava eitt lið við í landskappingini í hesi deild.
– Tað eru ikki enn so nógvar gentur í gentum 12 ár og gentum 14 ár, men hetta man fara at koma. Um dreingirnar er at siga, at vit hava nógvar dreingir í dreingjum 10 ár, 12 ár og 14 ár, sigur ein bjargskygdur formaður í ÍA at enda.
Mansliðið hjá ÍA flutti seinasta kappingarár upp í 1. deild, og Sophus Dal Christiansen venur menninar. Spennandi at fylgja við, hvussu fer at gangast at menna nýggja hondbóltsfelagið á Argjum. (Vagnur)

