Kyndil – H71 25-27 (11-18) H71 var betra liðið seinnapartin

H71 menn 2012. St.f.v: Jens á Skipagøtu, Petur Mittún, venjari, Høgni Olafsson, Bogdan Florea, Sigmundur Nolsøe, Hallur Biskopstø, Tróndur Arge, Ári Jógvansson Olsen og Halgir Dahl Olsen, hjálparvenjari. Húkandi frá vinstru: Bogi Gaard Davidsen, Rúni Højgaard, Rógvi Sørensen, Tóraldur Kollsker, Ári Dam og Høgni Djurhuus. (Mynd Eirikur)

Í dag klokkan 16.00 spældu bestu mansliðini hjá Kyndli og H71 fyrsta dystin í kappingarárinum 2012/2013. Eirikur Magnussen sá dystin, og hann sigur við heimasíðuna, at tað sýntist, sum H71 var betur samanspælt enn kyndilsliðið. Liðini fylgdust fyrstu fimtan minuttirnar, men so dró H71 knappliga frá við nøkrum skjótum málum, og tá ið liðini fóru til hálvleiks, sýntist, sum dysturin longu var avgjørdur, tí H71 var á odda við sjey málum.

Fyrstu tjúgu minuttirnar í seinna hálvleiki bendi ikki nakað um broyting, tí H71 var framvegis á odda við seks, sjey málum, men seinastu átta minuttirnar skeyt Kyndil fýra mál, meðan H71 mest sum steðgaði upp og skeyt bara eitt mál. H71 vann uppibornan sigur á Kyndli 27-25, sjálvt um Kyndil gjørdi góðan vørr seinast í dystinum. Spenningur var, hvussu fór at hilnast hjá íslendinginum í Kyndli Hørði Sigtórsson. Hann skeyt seks mál, men hann misti eisini fleiri bóltar. Skal man taka nakran spælara burtur úr Kyndilshópinum, so spældi Frank Askildsen frálíkan dyst seinnapartin.

Kyndil menn 2012. St.f.v: Bárður Johannessen, venjari, Hørdur Fannar Sigtórsson, Frank Askildsen, Birgir Poulsen, Erlendur Johannessen, Hans Áki Dal Christiansen, Finnur Hansson og Josef Abrahamsen. Húkandi fr. v: Høgni Klein Olsen, Andrias Sólsker, Rógvi Dal Christiansen, Ludvík Súnason og Jógvan R. Isaksen. (Mynd Eirikur) 

Hjá H71 var tað aftur Bogdan Florea, sum var stóra hóttanin, men Hallur Biskopstø spældi frálíkan dyst og skeyt fimm mál. Tá ið vit hugsað um, at hetta var fyrsti dysturin í landskappingini, so var dysturin hampuliga væl spældur, sigur Eirikur Magnussen. Eirikur tók mynd av báðum liðnum, men ein knappur stóð ikki sum hann skuldi á myndatólinum, tí eru litirnir ikki sum vanligir. Tað verður betri næstu ferð. Fólk hava tó áhuga í, hvør spælir við ymsu liðunum. (Vagnur)

Málskjúttar Kyndils: Hørður Sigtórsson 6, Finnur Hansson 5, Frank Askildsen 4, Ludvík Súnason 3, Andrias Sólsker 2, Birgir Poulsen 2, Høgni Klein Olsen 2 og Hans Áki Dal Christiansen 1

Málskjúttar H71: Bogdan Florea 8, Hallur Biskopstø 5, Rógvi Sørensen 3, Rúni Højgaard 3, Sigmundur Nolsøe, Tróndur Arge 3, Sigmundur Dahl 1 og Høgni  Djurhuus 1 

Dómarar: Karstin Joensen og Kári Hansen (Gott avrik)

VÍF – KÍF   25-29   (14-14)

StÍF – Team Klaksvík   31-13

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *