Rás 2 hevur áhuga at senda nógv meira hondbóltstilfar

Heri Simonsen í sendirúminum í Rás2. Hann sendir nógvar tímar ítrótt um vikuna. (Mynd Vagnur)

Men Hondbóltssambandið má hjálpa at fáa ein fíggjarligan “platform” at standa á, tí hetta ger Fótbóltssambandið í sambandi við frásagnir, triðja hálvleik og undansendingar um fótbóltsdystir. Eftir mínum tykki fekk hondbólturin seinasta vetur ov lítla umrøðu í Kringvarpi Føroya og fjølmiðlunum annars. Hondbótlurin má sjálvur eisini taka part av ábyrgdini.

Fríggjadag seinnapart um fýra tíðina spákaði eg mær inn Miðlahúsið, tí eg hevði hoyrt, at Rás 2 hevur stóran áhuga at siga frá hondbólti í vetur. Úr sendirúminum komu  júst fótbóltsspælarar, sum høvdu tosað um komandi EFFO dystirnar.

Seinasta sunnudag lurtaði eg eftir triðja hálvleiki í Rás2, og tað má siga, at Tróndur Arge og Heri Simonsen vóru óførir. Nógv innsløg um fótbólt, og hondbólturin slapp eisini framat, har millum annað varð tosað við Eyðun Samuelsen A-dómara, danirnar Ejnar Kristensen fyrilestrarhaldara og Johnny Taumann eygleiðar og skeiðleiðara.

Tróndur Arge nýggja stjørnuskotið við mikrofonina. Hann er sonur Magna Arge og abbasonur Niels Juul Arge, sála, sum eisini vóru stinnir  í frásagnum.  (Mynd Vagnur)

Eg møtti Hera Simonsen og Tróndi Arge og segði frá mínum ørindum – Vit eru sinnaðir at senda frá hondbólti í vetur, men so má Hondbóltssambandið eins og Fótbóltssambandið ger hjálpa okkum at fáa fíggjarligan “platform” at standa á, og talan er ikki um so nógvan pening.

Arbeiða HSF og Rás2 fyrst saman, fer Rás2 sjálvt út til fyritøkur og stovnar eftir stuðlum til hvønn einstakan dyst”, siga teir báðir.

Rás2 við Hilmari Jan við mikrofonina segði seinasta leygardag frá steypadystinum millum H71 og Neistan í Hoyvíkshøllini, og hetta riggaði avbera væl. Kringvarp Føroya hevði næstseinasta vetur frálíka ítróttasending, sum tey kallaðu Smash, men Kringvarpið skrottaði sendingina seinasta vetur, tí millum annað alt ov nógvir hondbóltsdystir vóru vegna dómaratrot fluttir til mitt í viku.

Eitt er vist, og tað er, at fjølmiðlarnir hava ótrúliga nógv at týða fyri føroyska ítrótt. Hvar hevði tildømis føroyskur kappróður verið, um Kringvarpið nú í hálva øld ikki hevði sagt frá kappróðri? Fjølmiðlarnar eru stórur partur av ítróttinum, tí eigur Hondbóltssambandið sjálvandi at kanna, um tað ber til at fara í samstarv við Rás2, tí seinasta kappingarár vóru alt ov fáir hondbóltsdystir útvarpaðir. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *