Í sendingini 3-2 hoyrdi eg KÍ kvinnu siga, at núverandi kapping hjá kvinnum í bestu fótbóltsdeildini er ein skandala. Fyrr í ár hoyrdi eg í útvarpi liðskiparan hjá KÍ Malenu Josephsen siga nakað tað sama. Eg havi ringt til Klaksvíkar og spurt, hvat KÍ kvinnur meina við, tá ið tær siga, at tað var skandala og skeivt at broyta fótbóltskappingina hjá kvinnum, sum ikki hevur riggað væl í ár. Høvuðsorsøkin er, at kappingin í summar var longu avgjørd á ólavsøku, og allur spenningur tá farin úr kappingini.
Næst seinasta kappingarár spældu seks lið í bestu kvinnudeildini, har liðini spældu fýra dystir hvør ímóti øðrum, tað vil siga, at tapti lið fyrsta dystin ímóti nærmasta kappingarneyta, var møguleikin at rætta hetta í trimum innanhýsis dystum. Henda skipanin var eftir trý ár farin at rigga væl, men so broytir FSF knappliga kappingina, so liðini í bestu deildini og næst bestu deildini verða løgd saman til tíggju lið, sum spæla tveir dystir hvør ímóti øðrum.
KÍ kvinnur gjørdu vart við, at henda kapping kom ikki at rigga, tí alt ov stórur munur var á bestu liðunum og niðastu liðunum deildini, sum mangan vóru mannað við ungum óroyndum gentum frá tjúgu niður í fimtan ár. KÍ kvinnur gjørdu eisini vart við, at var kappingin broytt, fór kappingin at vera avgjørd alt ov tíðliga á sumrinum, tí nú spældu lið bara tveir dystir hvør ímóti øðrum.
Tíðliga í kappingini hendi, at KÍ kvinnur vinna 26-0 á F.C. Suðuroy, og tá ið lið vinna 26-0, so er talan meira enn um klassamun. Hvørki KÍ kvinnur ella kvinnurnar úr F.C. Suðuroy læra nakað ella fáa gleði í slíkum dystum.
Hyggja vit í stigatalvuna hjá kvinnunum í bestu deildini, síggja vit stórar sigrar. KÍ fekk 52 stig, B36 45, AB 37, HB 35, Skála 32, EB/Streymur 21, Víkingur 21, ÍF 10, B68/NSÍ 9 og F.C.Suðuroy 1 stig. Nú veit eg sjálvandi ikki, hvussu øll liðini hava trivist í kvinnukappingini, men eitt er tó greitt, at kvinnurnar úr F.C.Suðuroy mennast ikki sum spælarar, tá ið tær tapa 26-0. Alt endaði eisini við, at FSF strammaði í, og at F.C. Suðuroy varð koyrt úr kappingini, tí liðið møtti ikki til nakrar dystir.
Veikleikin í kvinnudeildini er, at alt ov stórur munur er á bestu liðunum og liðunum í niðara enda, og at liðini bara spæla tveir dystir hvør ímóti øðrum. Hetta førir til, at kappingin kann longu kann vera avgjørd í fyrru hálvu í kappingini.
Í øðrum ítróttagreinum ger mann tað mótsatta, har roynt verður at varðveita spenningin sum longst. Í hondbólti spæla bestu liðini fýra dystir hvør ímóti øðrum í grundspæli. Síðani spæla tvey tey bestu liðið FM-finalur best av trimum dystum. Alt hetta verður gjørt til tess at varðveita spenningin, og hetta síggja vit eisini í okkara grannalondum.
Eg skilji ikki, at Fótbóltssambandið broytir eina kapping sum riggar væl fyri síðani at fara til nýggja skipan, sum fólk gjørdu vart við ikki kemur at rigga.Tað kann ikki vera mennandi fyri ungar kvinnur at vera smurdar av viku eftir viku.
Í hondbólti hevur mann slept niðurflyting í bestu deildunum, tí fólk eru bangin, at vit missa nøkur feløg og lið. Hetta er skeiv hugsan og ikki veruleikin. Sjálvandi skulu lið spæla um FM-heitið og spæla um ikki at flyta í lægri deild. Soleiðis eru treytirnar í spælinum, og tað er eingin katastrofa at fara niður í lægri deild at venda, taka samanum og styrkja seg aftur av nýggjum.
Fótbóltssambandið skal fara aftur til gomlu skipanina við seks liðum í bestu kvinnudeildini, har liðini spæla fýra dystir hvør ímóti øðrum, tí tá varðveita vit spenningin sum longst. Núverandi skipan er ikki nóg góð, og tað hava KÍ kvinnurnar sagt alment í fjølmiðlunum. (Vagnur)
