Nógv fólk vilja síggja polska seglbátin Rzeszowiak

Polski seglbáturin við bryggju í Havn. (Mynd Vagnur)

Í gjárkvøldið spákaði eg mær út undir Bakka at hyggja at polska seglbátinum, sum kom á Havnina í gjár. Nógvir bilar og nógv fólk, og eingin ivi er um, at føroyingurin kring landið hevur fylgt bjargingini av polska seglbátinum, sum var í havsneyð á Føroya Banka. Í morgun hevði eg myndatólið við mær, og framvegis komu fólk at hyggja at seglbátinum. Meistarliga bjargingin eydnaðist væl, og tú sært umborð á seglbátinum, hví ein av manningini doyði, og tveir aðrir meislaðust, tí onnur masturin er brotnað niður yvir menninar og kroyst teir. Seglbáturin er annars sjógott far.

Ikki tespuligar myndir at síggja á Vágaportalinum, tá bjarginarmenn fóru undir at taka fólkið av polska seglbátinum. Tú følir við bjargingarmonnunum og manningini á seglbátinum. Høgur og langar havaldur, sum eru minkaðar niður í helvt, tá ið myndirnar eru tiknar. Pólski seglbáturin er so mikið sjógott far og liggur væl í sjónum, at hevði báturin ikki fingið sjógvin, og masturin broytnað niður yvir menninar, hevði báturin óivað ikki sent út neyðarkall, men bíða, til ódnin hæsaði av samdøgur seinni. 

Brotnaða masturin hevur kroyst mannin, sum tíverri doyði. (Mynd Vagnur)

Eg tosaði við tilvildarliga mann í gjárkvøldið við polska seglbátin, og hann var ikki sørt stoltur eins og eg, at samskiftið millum tyrlur bæði donsku og føroysku, Brimil, trolararnar Rók og Lerk, Thor, løgregluna og MRCC riggaði væl, og at bjargingin eydnaðist væl. Og eg síggi í fjølmiðlunum í morgun, at allir partar hava eftirmett bjargingina, og fólk er nøgd við samskiftið og bjargingarúrslitið. Vit kunnu øll vera stolt, at vit í Føroyum hava amboð at fara undir slíka hættisliga bjarging. Serliga nevndi maðurin á bryggjuni tyrlumanningarnar, sum leggja nógv fyri. Hetta er ikki vandaleyst arbeiði í nógvum vindi á opnum havi. 

Kann lítið ætla, hvussu nógvar vitjanir ymsu portalarnir hava havt seinastu dagarnar, sum hava víst myndir og sagt frá bjargingini. Føroyingurin fylgir væl við slíkum hendingum, tí talan er um mennikjalív. Hetta er ikki vanligt forvitni, men kenslur fyri manningini umborð á polska seglbátinum og nógvu bjargingarfólkunum, sum leggja nógv fyri til tess at bjarga mannalívi. (Vagnur)  

Polski seglbáturin er sjógott far og stingur djúpt. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *