Tórshavn marathon í 2012 – Tit í Bragdinum eru ótroyttilig

Fragd at síggja so nógv fólk fara undir renniuppgávuna seinnapartin. (Mynd Vagnur)

Hesi orð eru herðaklapp til fólkini í Bragdinum, sum eg havi stóra virðing fyri. Tey hava nú í mong, mong ár hildið lív í renningini í Føroyum, og seinnapartin í dag skipaðu tey fyri Tórshavn marathon fyri 10. ferð. Fyrstu fimm árini var startmálið á Vaglinum, men nú byrjar og endar renningin við SMS. 78 rennarar høvdu meldað seg til marathon renningina, 130 runnu hálvt marathon, og so ein rúgva av øðrum bæði yngri og eldri, sum runnu 2,5 og 5,5 kilometrar. Úrslit koma í fjølmiðlarnar millum annað heimasíðuna hjá Bragdinum. Eg havi bara hesa heilsan til fólkini í Bragdinum.

Sjálvt um einki stadion var á sinni til frælsan ítrótt í Havn, so hevur Bragdið hildið lív í renningini. Felagið skipar fyri flaggdagsrenning, ólavsøkurenning og Tórshavn marathon. Í kjalarvørrinum á renningunum í Havn mugu vit eisini nevna Treystið í Norðuroyggjum og heilsurenningarnar, sum Hans Pauli Strøm slóðaði fyri, og nógvar av rennikappingunum kring landið m.a. Runt Agnið í Eysturoy og ikki at gloyma kvinnurenningina, sum blaðið Kvinna skipar fyri við hjálp frá bragdarfólki.

Hugagóð og spent hita tey upp, áðrenn startskotið smellur. (Mynd Vagnur)

Longu í gjárkvøldið vóru eldsálirnar í Bragdinum í grannalagnum. Tey settu upp stóra hvíta tjaldið, har rennarar kunnu fáa sær frukt og vætu og annars halda til, meðan tey bíða eftir startskotinum. Tey vóru aftur í grannalagnum tíðliga í morgun, tí nógv skal fáast frá hondini, áðrenn klárt er at renna. Renningin byrjaði klokkan eitt seinnapartin, og nú klokkan er 19.30, eru somu eldsálirnar framvegis við SMS, tí nú skal øll útgerðin takast niður og økið ruddast.

Fríðrikur Bláhamar er formaður í Bragdinum. Umframt fyriskipari var hann eisini frásøgumaður. (Mynd Vagnur)

Eg fekk orðið á eldsálirnar Fríðrik Bláhamar, formann í Bragdinum, og Niels Jákup Jakobsen, nevndarlim í Bragdinum, og teir søgdu mær, at tað legst aftrat við útlendingum, sum koma til Føroya at renna marathon. Hetta eru serliga eldri rennarar, sum miða eftir at renna marathon í nógvum londum. Flestu rennararnir vitja bara eitt land einaferð í lívinum fyri siðani at renna marathon í øðrum landi.

78 rennarar runnu marathon í heldur ófýsna veðrinum, 130 runnu hálvt marathon, og so runnu nógv bæði eldri og yngri 2,5 og 5,5 kilometrar. Tað var hugaligt at síggja allar rennararnar hita upp, sum Árna Fjallstein skipaði fyri. Løtu seinni fór riðilin av rennarum avstað omaneftir. Eg haldi, at tá ið talan eru um ítrótt, so er einki annað land í heiminum, sum hevur so nógvar eldsálir sum Føroyar í mun til fólkatalið. Og tá hugsi eg um allar ítróttagreinir í landinum. Tit eru ófør í Bragdinum at skipa fyri og at slóða fyri renningini í Føroyum. Tit hava slóðað fyri at broyta hugburðin til renning. Nú er vanligt at síggja fólk renna í gøtunum kring landið. (Vagnur)

Ein av marathon rennarunum er júst komin um málið eftir hava verið inni í Kalbak. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *