Vit skulu gloyma alt um nýggjan flogvøll á Glyvursnesi

Vit skulu gloyma alt um nýggjan flogvøll á Glyvursnesi.

Løgið, at fólk tíma at brúka orku at kjakast um nýggjan altjóða flogvøll á Glyvursnesi, tí hvørki í mínari tíð ella næstu hálvthundrað árini kemur flogvøllur á Glyvursnesi. Grundgevingarnar eru nógvar. Í góðu tíðunum í Føroyum í løtuni hava summi fólk fingið veinjir og halda, at trøini vaksa inn í himmalin. Alt skal gerast størri, vit mugu fáa fleiri ferðafólk til Føroya, og vit mugu leingja flogvøllin í Vágum, sjálvt um vit júst hava longt vøllin og útvega nýggj stór flogfør. Fólkini eru ongantið nøgd. Sum búgvandi í Havn ynki eg ikki flogvøll á Glyvursnesi. Vit sleppa undan larminum frá flogførunum, og tað tekur bara fjøruti minuttir at koyra vestur í Vágar, og tveir tímar seinni ert tú í Keypmannahavn. Kanst tú krevja meira. Sjálvandi ikki.

Fyri nøkrum árum síðani vóru røddir frammi um, at vit mátti hava ein eyka flogvøll, tá mørki var í Vágum. Flogvallaleiðarin segði tá, at sjálvandi kunnu vit ikki hava flogvøll standandi kláran aðrastaðni í Føroyum við allari útgerð tíggju til fimtan dagar um árið. Ein av grundgevingunum at byggja flogvøll á Glyvursnesi er eisini, at so kunnu vit byggja enn longri flogvøll til enn størri flogfør. Her hugsar man serliga at útflyta fisk út í heim. Men her sigur vinnan um dagarnar, at vit kunnu gott við núverandi umstøðum flyta fisk við flogfari, men fíggjarliga hongur ikki saman. Tí skal hetta loysa seg, mást tú hava ferðafólk við heimaftur í flogfarinum, um tú tildømis flytir laks til Russlands ella Kina.

Vit hava frálíkan flogvøll í Vágum, sum nøktar allan tørvin.

Onnur grundgeving er veður, vindur og mjørki í Vágum. Og her siga tey í Vágum, at tólini og flogførini eru nú vorðin so mikið góð, at seinkaðar fráferðir eru minkaðar niður í næstan einki. Er illveður og mjørki í Vágum, so kunnu flogførini uttan iva heldur ikki seta seg á Glyvursnesi. Eitt veit eg, at á Glyvursnesi kann mjørki eisini liggja tjúkkur serliga um summarið.

Ein flogvøllur á Glyvursnesi verður mettur at kosta 1,7 milliardir krónur, og tað er eingin trupulleiki, siga fólk, sum eru farin á “flog” í góðu tíðunum. Sjálvur haldi eg, at hesi fólk heldur skulu brúka orkuna til annað í okkara samfelag til tess at betra um støðuna nógvastaðni. Syrgja fyri at fáa gjørt tunnilin til Hvalbiar og Norður um fjall og fáa avsett fleiri pengar til Landsverk, so stovnurin kann halda vegirnar kring landið.

Annað økið er at fáa teimum menningartarnaðu kring landið betri bústaðir, menna sjúkrahúsini og hjúkla um tey gomlu í Føroyum. Her er nóg mikið at tríva í. Tað er bara at smoyggja upp um ermar og koma í gongd og gloyma alt um flogvøll á Glyvursnesi. Og samfelagsliga er gott at hava flogvøllin í Vágum, tí so halda vit lív í oynni við nógvum góðum arbeiðsplássum. Alt tað almenna er í Havn, og fiskivinna mest í Eysturoy, Norðoyggum, Vágum og í Suðuroy. Frálíkt. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *