Úr myndasavinum – Westward Ho á jóansøku í 2007

Westward Ho og Havnar Róðrarfelag á jóansøku í 2007. (Mynd Christopher)

Westward Ho og Havnar Róðrarfelag á jóansøku í 2007. (Mynd Christopher)

Westward Ho er bygd í Grimsby í 1884. Sluppin varð keypt til Føroya í 1895 og var heimahoyrandi á Tvøroyri. Sluppin fekk ikki motor fyrr enn í 1920. Í 1966 keypti sluppgrunnur í Havn sluppina, og tá kom eg at kenna væl til sluppina, tí mammubeiggi mín Debes Christiansen var ein av teimum, sum tók stig til sluppgrunnin. Minnist, tá ið sluppin fyrstu ferð uttan motor skuldi sigla til Danmarkar. Stórur áhugi var millum manna at fylgja ferðini. Men fyrstu dagarnar var stilli, og sluppin lá eystan fyri Nólsoynna og bíðaði eftir vindi. Men sluppin kom loksins til Danmarkar. Í dag eigur Tórshavnar kommuna sluppina. Í 2007 vóru Havnar róðrarfelag við sluppini á jóansøku á Tvøroyri, og vit síggja HR flaggið í mastrini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *