Tveir ungir danir skulu spæla við mansliðnum hjá VÍF

Sámal breyt hond í dysti ímóti KÍF á sundalagsstevnuni.

23 ára gamli Martin Ritto og 21 ára gamli Rasmus Junker úr Skanderborg eru í VÍF hópinum, sum fyrireikar seg til landskappingina komandi. Áki G. Olsen og Bjarki Hansen spæla ikki, meðan Sámal Joensen, sum breyt hondina í stevnudystinum í Kollafirði, er júst sloppin av við gipsið, so hann er ikki klárur rættiliga enn. Eg havi hitt venjaran Jan Ottosen, sum  dámar væl í Vestmanna. Fólk eru fyrikomandi og blíð, sigur Jan. 

Jan Ottosen er fallin væl til í Vestmanna, og hann er spentur til nýggja kappingarárið. Míni ørindini vóru at frætta, hvussu gongur at fáa snikkað saman eitt VÍF lið, sum kann vera í betra enda í kappingini komandi.

Jan dámar væl í Vestmanna.

– Vit fáa tveir ungar danir 23 ára gamla Martin Ritto, sum kann spæla á øllum plássum í bakketuni, og so 21 ára gamla Rasmus Junker, sum er vinstrahentur spælari og kann bæði spæla høgri bakkur og høgri vongur. Tíverri missa vit Áka G. Olsen, sum hevur leiðaraevni, er raskur og góður spælstýrari. Men hann hevur eina skadda øksl, tí spælir hann ikki.

– Umframt Áka G. Olsen missa vit eisini Bjarka Hansen, sum fer uttanlands í lestrarørdinum. Her er talan um ein av bestu høgravengrunum í landinum, so saknur verður í bæði Áka og Bjarka. Men í Vestmanna eru nógvir ungir evnaríkir spælarar.

– Eftir gallaveitsluna vandu vit fyrst í fjúrtan dagar, hildu so frí í fjúrtan dagar og vandu so eitt sindur til stevnudystin á sundalagsstevnuni ímóti KÍF. Og so spældu vit ímóti Kyndli á ólavsøku og vandu eina viku til henda dystin. Spælararnir hava nú frí, men í næstum byrjar venjingin aftur, sigur Jan at enda.

Vestmenningar blivu nummar trý seinastu kapping, men eitt skifti hevði liðið beina kós í FM-finalurnar. VÍF liðið var ov skiftandi seinasta vetur og hevur eisini verið tað seinnu árini til tess at ná ovastu rók. KÍF var klárt á odda alla  seinastu kapping, og kappingin var tí bara um seinna FM-finaluplássið, og har mátti VÍF lúta fyri H71, sum mentist nógv í seinnu hálvu. H71 vann eisini FM-heitið. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *