Meiningahornið – Likkurnar á Tvøroyri óivað deyðar av eitran

Henda likkan er avmyndað í Plantasjuni. Har sæst bara geldfuglur og eingir skurar. (Mynd Vagnur)

25. juli bórust tíðindini, at 40 likkur brádliga vóru deyðar á Tvøroyri, og fólk stóðu spyrjandi, tí hetta var óvanligt fyribrigdi í Føroyum. Heilsufrøðiliga starvsstovan tók sær av málinum, men eingin orsøk er funnin, hví likkurnar doyðu. Í Kringvarpinum segði fuglakønur, at fuglur kann doyggja í flokki og nevndi um starar, sum kundu koma í óveður og vunnu ikki upp land. Eisini úti á havi kundi nógvur fuglur liggja deyður á sjónum á lítlum øki. Eg fái meg ikki at trúgva, at likkurnar á Tvøroyri hava gjørt av at doyggja samstundis. “Klárar, nú doyggja vit allar”, rópar leiðarin. Tær mugu vera deyðar av eitran.

Likka hoyrir til másasløgini, er reinligur fuglur, og ofta eiga tær í flokki á lítlum øki. Likka er flytifuglur. Kemur higar í apríl mánað, og seinasta partin í mai fer hon á reiðrast. Seinast í mai og fyrst í juni mánað verpur hon trý egg. Eftir 27 døgum koma ungarnir út bleikt morgráir á  liti.

Á mínum ungum døgum var nógv likkan í Havn, og hundraðtals likkur vóru fastir gestir við flakavirkið á vestaru bryggju og við onnur flakavirki kring landið. Men síðani Heilsufrøðiliga starvsstovan kravdi alt slógv innilokað á flakavirkjum og laksavirkjum, er likkan nógva minkað í Føroyum. Hon fær rætt og slætt ov lítið at eta.

Likkan er ótrúliga reinligur og vakur fuglur. (Mynd Vagnur)

Annars er likka grammur fuglur. Hon er serfrøðingur at nápa egg frá smáfuglum eisini høsnaregg, men finnur hon ikki føði í hagarnum, so leitar hon inn í bygd og bý. Likkan hevur serliga fráboðanarskipan, og hetta hava vit manga roynt, tá ið vit eru á floti. Tú sært onga likku nakrastaðni, men byrjar tú at kryvja, og vit kasta garnar fyri borð, so ganga ikki nógv sekund, so er likka í hópatali um bátin.

Í Plantajuni í Havn eru likkur, men hetta er geldfuglur, og tú sært ongan skura. Likkan liggur framvið, tá ið familjur geva dunnunum, og hon er so nask, at hon kann tøma grønu ruskíløtuni til tess at finna okkurt til matna. Mót vetri rýmir likkan suðureftir. Í Fuglabókini eftir Mikkjal á Ryggi stendur, at merkt likka í Føroyum er skotin við Frankaríkis og Portugals strendur. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *