Julianna og eg hittast hvørt ár til kappróður á “Ískaiini”

Julianna sum altíð fyrikomandi og blíð til kappróður á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

83 ára gamla Julianna Didriksen uppvaksin á Strondum er kend havnarrmynd,  hon er mamma at kendu tvíburunum Árna og Marnar Andreasen. Sjálvt um nógvan mótgang í lívinum, er hon altíð fyrikomandi at práta við og tykist ótrúliga lívsglað. – Várharra hevur givið mær góða sinnalagið, sum eg eri takksom fyri, men eg havi eins og onnur fólk eisini havt mótgang í lívinum. Er var bara tíggju dagar gomul, tá ið mamma mín doyði bert 27 ára gomul, sigur Julianna. Eg hitti Julionnu sum vanligt á “Ískaiini” ólavsøkuaftan.

Tá ið eg í góðari tíð komi oman á “Ìskaiina”, stendur altíð ein bilur uttast á bryggjuni. Í bilinum sita somu fólkini ár eftir ár. Julianna, maðurin Davis og ein systirsonur Julionnu úr Mikladali.

– Vit fara frá húsum hvønn ólavsøkuaftan klokkan tvey út á “Ìskaina”, so bilur okkara fær fasta plássið hvørt ár. Úr bilinum síggja vit út á málið og kunnu fylgja bátunum inn á málið. Hetta hava vit gjørt í meira enn tjúgu ár hvørja ólavsøku. Mær dámar ótrúliga væl at hyggja at kappróðri.

Sonurin Árni er kendur frá kappróðri, eitt skifti var hann nevndarlimur í Róðrarsambandinum. (Mynd Vagnur)

– Sonur mín Árni Andreasen hevði í fjør róð og stýrt á ólavsøku í 25 ár, men nú er hann givin. Eg haldi ikki við nøkrum ávísum bátum, men tá ið Árni róði, fylgdi eg sjálvandi honum. Men kappróður er so ótrúliga áhugaverd  og spennandi ítróttagrein, sigur Julianna.

Julianna er havnarmynd, og sum ungur kom eg at kenna hana, tí hon arbeiddi í pylsuvogni í Havn, seinni arbeiddi hon í reinsarínum Ruba, og hon arbeiddi eisini á Landssjúkrahúsinum í nógv ár. Mótgangurin hjá Julionnu byrjaði tíðliga í lívinum.

– Eg var bara tíggju dagar gomul, tá ið mamma mín knappliga doyðu. Vit vóru tá fimm systrar, sum fingu heldur buldrasliga byrjan í lívinum. Men ein fastir okkara hjálpti familjuni, og hon var ógvuliga góð við okkum.

– Sum ung kom eg til Havnar, og eg fekk seinni sjey børn. Elsta dótturin doyði fyri ikki so langari tíð síðani av krabbameini. Sjey blivu børnini ein genta, sum var elst, og síðani seks dreingir. Eg átti fýra dreingir í trý ár, har tveir dreingir vóru tvíburar. Peningurin var ikki nógvur tá, og mangan var striltið at fáa peningin at strekkja til, og vit máttu skriva í handlunum.

– Eg haldi, at tey ungu í dag eru “forkelað”, grenja ov nógv og geva mangan ov tíðliga upp, tá ið mótgangur er. Tey skilja ikki, hvussu gott tey í veruleikanum hava tað. Nú eri eg 83 ára gomul, og eg havi ongantíð so nógv at gera, sum júst nú. Eg bindi troyggur til føroysk klæði, og bíðilistin er langur, skal eg siga tær. Várharra hevur givið mær positiva sinnalagið, sum hevur fylgt mær á lívsleiðini, og tað eri takksom fyri, sigur Julianna.

Árni stýrir Knørri old boys í 2005. (Mynd Hans Pauli við Misá)

Sum ungur minnast eg, at Julianna mangan stóð frammi við spælipallin, tá ið synirnir spældu til dans. Bólkarnir Juliannu boys ella Black boys eru kend tónleikanøvn í Føroyum. Eisini minnast eg, at Julianna spældi nógv bingo og spældi kort. Men, hvat fær hon tíðina at ganga við uttan at halda hús og binda troyggjur til føroysk klæði?

– Eg spældi fyrr nógv bingo, men nú spæli eg sjavs í Posthúskjallaranum. Hetta er góður heilafimleikur, og eg haldi, at eg minnist heilt væl, sjálvt um eg eri komin upp í árini. Tónleikur hevur altíð fylgt nógv í okkara heimi, og eg sang nógv fyri børnunum, og tað er óivað tí, at fleiri av dreingjunum spæla ljóðføri og syngja, sigur Julianna enda.

Í mínari verð er Julianna einki broyt. Fyrikomandi og blíð kona sum altið. Hon kemur í Frelsunnarherin, og synirnir Árni og Marnar syngja á fløgum, sum Frelsunnarherurin hevur givið út. “Vit síggja aftur á “Ískaiini” næstu ólavsøku”, plagi at siga við Julionnu, tá ið kappróðurin er av. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *