Tey samkyndu fingu dygga undirtøku frá fólkinum

Serlig uppliving at síggja so nógv fólk á Hoydalsvegi fríggjadagin. Í skrúðgonguni vóru bæði ung og eldri. (Mynd Vagnur)

Eg stóð púra ovfarin, tá ið eg kom í út í tún í gjár seinnapartin. Skrúðgonga uttan enda kom oman við hjá okkum á Hoydalsvegi. Skrúðgongan strekti seg frá Sjónleikarhúsinum og niðan til Plantasjuna. Har mundu vera fleiri enn 2000 fólk, og tá ið skrúðgongan kom í miðbýin, løgdust enn fleiri fólk til, og eini 5000 fólk lýddu á, tá ið millum annað gestarøðarin, borgarstjórin í Reykjavík, flutti fram røðu.

Eg spyrji meg sjálvandi, hví so nógv fólk stuðla skrúðgonguni júst í gjár, tí seinast vóru fólkini ikki so nógv. Har vóru bæði ung og eldri, og serliga beit eg merki í, at ótrúliga nógvar ungar gentur og ungir dreingir vóru við í skrúðgonguni. Okkara annars konservativa samfelag er í stórari broyting í sambandi við hugburð á so nógvum økjum, sum vit áður hava fjalt í onkrum skýmaskoti.

-Vit fara áhaldandi at krevja okkara mannarættindi og okkara rætt sum føroyingar. Vit fara at vinna og koma á mál, so vit fáa sama rætt sum aðrir føroyingar, siga tey samkyndu. Ein kona kom niðan í trappuna hjá okkum, so hon fekk góða mynd av skrúðgonguni. Hon er ikki samkynd, men eg merkti á henni, at hon so inniliga stuðlaði skrúðgonguni og harvið teimum samkyndu í Føroyum.

– Okkara samfelag broytist við fullari ferð, og sjálvandi skal hesin minniluti í Føroyum hava sama rætt í okkara landi sum vit onnur, segði konan. Eg eri í dag stolt av føroyingum, at so nógv fólk eru við í hesi skrúðgongu. Tey samkyndu skulu sjálvandi hava somu borgararættindi sum aðrir føroyingar. Tey skulu ikki hava nøkur framíhjárættindi ella serrættindi, men bara somu rættindi sum vit onnur, segði konan, áðrenn hon fór uppí aftur skrúðgonguna, sum helt leiðina omaneftir.

Hugsaði aftaná, hvussu nógv samfelagið eftir so stutta tíð er broytt á nógvum økjum. Samfelagið er blivið meira opið, og tað, sum áður vóru “tabuevni”, tosa fólk nú opið um í almenna rúminum. Eg hugsi serliga um rúsevnistrupulleikar og sálarligar trupulleikar. Og føroyingar halda seg ikki longur aftur at fara uppi í skrúðgongu, sum Friðarbogin skipar fyri. Hetta var óhugsandi bara fyri fáum árum síðani. (Vagnur)

Skrúðgongan strekti seg frá Sjónleikarhúsinum niðan til Plantasjuna. (Mynd Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *