Tað var tann tíð, tá vit stóðu í longum bíðurøðum við Sjónleikarhúsið og Havnar Bio, tí vit vildu síggja danskar filmar við Dirch Passer, Ove Sprogøe og øðrum kendum donskum filmstjørnum. Filmurin Styrmand Karlsen bergtók okkum, har Dirch Passer var skipskokkur og Ove Sprogøe matrósur. Løgið at hugsa sær, at Dirch Passer var í Føroyum í 1978, og tvey ár seinni 3. september 1980 small hann um, júst sum hann skuldi fara á leikpallin. Kendi sjónleikarin og skemtarin, sum doyði bert 54 ára gamal, livdi lívið alt ov hart. Dirch Passer setti persónligt áskoðaramet í Føroyum.
Hann var komin til Føroya saman við dóttur síni Josefinu, sum tá var tólv ára gomul. Dirch Passer sigur við myndablaðið Nú, at hann var bangin at flúgva til Føroya, tí hann visti, at lendingarbreytin var ógvuliga lítil. Tólv ára gamla dóttirin sigur við blaðið, at tað er ikki altíð lætt at vera dóttir kendasta skemtaran í Danmark, og donsk bløð kenna ikki at hava fyrilit. Tey leypa á øll fólk og hugsa bert um at selja bløð, segði unga gentan.
Ein blaðmaður frá “Billed Bladet” var við á ferðini í Føroyum, og hann segði á tíðindafundinum nakað brosandi, at hann stúrsaði við, tá hann sá danskan løgreglumann í havnargøtum. Hann ætlaði at fara yvir til løgreglumannin og spyrja, hvat hann vildi í Føroyum. Áhugavert, tí tað ganga framvegis “danskir” løgreglumenn í havnargøtum, tí hetta málsøkið er ikki enn yvirtikið.
3000 fólk sóu framførslan við Dirch Passer í høllini á Nabb, sum vit róptu hana tá. Og ongantíð áður hevði Dirch Passer upptraðkað fyri so nógvum fólkum. Hann rósti høllini, tí sum hann sigur, nógvu av hallunum i Danmark er stoyptar upp, har tú fart ljóðið aftur í høvdið, men tann gert tú ikki í høllini í Havn. Dirch sigur, at hann er upptikin maður, tí hann spælir film um dagin, og spælir sjónleik um kvøld og mangan tvær sýningar sama kvøld. Tá Dirch at enda í samrøðuni verður spurdur, hví hann ikki sigur nei til nógva virksemið, sigur hann: Eg dugi ikki at siga nei.
Dirch livdi eitt alt ov hart lív og drakk ov nógv. Í nógv ár vóru hann og Kjeld Petersen best umtóktu skemtarar í Danmark, og tá Kjeld doyði í 1962 bert 41 ára gamal, fór Dirch í myrkt hol og fór ikki á pallin í fimm ár. Dirch var í nógv ár við í Cirkusrevyen. Um Dirch var á lívi, so hevði hann fylt 90 ár 18. mai, og í donskum sjónvarpi var nógv gjørt burturúr henda dagin. Trupulleikin hjá Dirch Passer var, at hann kundi ikki spæla álvarsliga sjónleikir, tí tá kom á pallin, fóru fólk at grína, áðrenn hann lat upp munnin. Dirch var av áskoðarunum settur í bás.
Tað løgna við hesi grein er, at tá eg fekk hesar myndir frá vinmanni, visti eg, at øll myndabløðini Nú lógu innbundin onkrastaðni í húsinum, tí verforeldrini gingu til bókabinding. Og eg at leita eftir greinini, sum eg fann. (Vagnur)


