Er gott í veðrini spæla nógvur ungdómur á nýggja spæliplássinum í Grasagarði. Hetta síggi eg dagliga, tá eg koyri ella gangi framvið. Í morgun var eg fyrstu ferð inni á økinum, og har vóru nógv børn, sum stuttleikaðu sær á spæliplássinum. Grundvøllurin er gjørdur úr nakað sama tilfari, sum rennibreytin á Tórsbreyt. Eg fór inn á økið, tí eg vildi spyrja læraran hjá børnunum, um eg kundi taka mynd, meðan børnini spældu. Tað vísti seg, at tey umleið tjúgu børnini í einum triðja flokki vóru komin til Havnar úr Vági, Tey skuldu til ein fagna í Norðurlandahúsinum. Ein fyrikomandi kona úr Vági, sum eg prátaði eitt sindur við.
Tvær ferðir spurdi børn meg, um eg koyrdi buss. Veit ikki rættiliga, hví tey gjørdu tað. Tey stuttleikaðu sær óført og hildu, at nýggja spæliplássið var fantastiskt, sum ein málbar seg. Serliga vóru tey fegin um klatritornið, har tey royndu at klantra upp á toppin. Ein drongur spurdi meg, um eg átti nógv kort av fótbóltsspælarum. Hann vísti mær bunkan við kortum, sum hann hevði keypt sær í Havn. Nú hevði hann brúkt allan lummapeningin, men tað legði hann einki í, tí hann hevði jú kortini.
Lærarin, eg tosaði við, segði mær, at børnini vóru farin upp á hálvari nátt til tess at fara úr Vági til Havnar til fagna í Norðurlandahúsinum, sum vardi í 45 minuttir. Hon var fegin um veðrið, tí so kundi børnini upplivað nýggja spæliplássið, sum tey øll hildu nógv um. 21 næmingar gingu í triðja flokki í Vági, og 19 næmingar og tveir lærarar vóru við á ferðini í Havn. Tey høvdu eina løtu eftir at spæla á spæliplássinum til Smyril fór aftur til Suðuroyar. (Vagnur)


