Nevna vit hondbólt ella kappróður í Hoyvík, gongur eitt navn aftur. “Halgir Dahl Olesen”. Halgir spælir hondbólt við H71 og róði eisini kapp. Hann vann FM-heitið við Havnarbátinum í 2001, men hoyvíkingar hava sterkar ærukenslur, og nú vildu teir sjálvir manna kappróðrarbát við Halgiri á odda. Teir róðu fyrst eitt ár við Ørvi, men bygdu í 2004 10-mannafarið Hoyvíking. Men við tveimum trilvandi árum í 2004 og 2005, steðgaði hoyvíkingar kappróðrinum óivað med alla og hildu seg heldur til hondbóltin. Søgan um 10-mannafarið Hoyvíking er henda:
Í 2003 mannaðu hoyvíkingar við Halgiri á odda 8-mannafarið Ørv, og hetta gekk strálandi. Ørvur vann allar róðrarnar í 2003 uttan ólavsøkuróðurin, tá ið Kvívíkingur lumpaðu hoyvíkingar. Kvívíkingur leyp avstað undir Argjahøvda, og teir róðu allan teinin í bekk, Teir annars tryggu og sigurvandu hoyvíkingar umborð á Ørvi fingu ongantíð fatur í Kvívíkingi.- Stórt vónbrót at enda róðrarárið soleiðis, sjálvt um vit eru føroyamestarar, segði Halgir við undirritaða eftir róðurin.
Men Hoyvíkingar vildu meira, og við nógvum stuðlum í Suðursteymoy smíðaði Sámal Hansen 10-mannafarið Hoyvíking í 2004. Eg kann minnast kvøldið, eg tilvildarligt kom í Álaker illveðurskvøld. Fólk og bilar vóru allastaðni. Eg spurdi, hvat var á vási, jú í hesi løtu er Hoyvíkingur flotaður uppí Hoyvíkini, sjálvt um veðrið var alt annað enn gott at flota bát. Báturin bleiv rógvin til Havnar, har stór mannfjøld tók ímóti.
Nógvir hoyvíkingar leitaðu sær til Klaksvíkar á norðoyastevnu í 2004. Tey høvdu prentað nógvar troyggjur, og vónirnar vóru góðar fyrsta FM-róðurin við Hoyvíkingi. Men róðrarárið í 2004 bleiv satt vónbrot, tí Hoyvíkingur gjørdist aftastur bátur av seks bátum á norðoyastevnu og fleiri øðrum stevnum. Besta úrslitið hetta árið var nummar trý á sundalagsstevnu.
Hoyvíkingar royndi aftur í 2005, og tá gekk eitt sindur betur. Besta úrslitið var nummar tvey á jóansøku, men á ólavsøku bleiv Hoyvíkingur nummar fimm av seks bátum. Samlagt rakk róðrarárið tó til eitt bronsuheiðursmerki.
Hoyvíkingur róði fyri seinastu ferð FM- róður á ólavsøku í 2005, og eingin ivi er um, at hoyvíkingar nú sóu, at teir kundu ikki bæði vera við í toppinum í kappróðri og eisini vera topplið í hondbólti. Hoyvíkingar valdu hondbóltin, og mansliðið hjá H71 vann FM-heitið í 2009 og vann eisini FM í 2012 aftur við Halgiri sum ein av álitisspælarunum. Yngru dreingjadeildirnar hjá H71 eru heilt væl fyri, og tey royna at menna gentudeildirnar. So valið í 2005 var óivað hitt rætta.

Ørvur vann seks róðrar í 2003 og harvið FM-heitið, men tapir her fyri Kvívíkingi á ólavsøku. (Mynd Vagnur)
Hoyvíkingur endaði á Argjum og bleiv málaður reyður, men eitur framvegis Hoyvíkingur. Hetta var krav, um Argja Róðrarfelag skuldi taka yvir 10-mannafarið. Á Argjum vónaðu tey, at tá ið 10-mannafarið framvegis eitur Hoyvíkingur, so komu ungfólk úr Hoyvík at rógva við bátum hjá Argja Róðrarfelag.
Eg veit ikki, um nakar hoyvíkingur rør úti á Argjum, men serliga dreingja- og manshondbólturin blómar í Hoyvík, og hondbóltur hevur veruliga bitið seg fastan har á leiðini. Hvíta 10-mannafarið Hoyvíkingur við reyðu rondini er søga, men 10-mannafarið Hoyvíkingur stendur tryggur ómannaður á Argjum, men nú er báturin reyður, og tað er Arjga Róðrarfelagið, sum ræður fyri borgum. (Vagnur)

Hoyvíkingar umborð á 8-mannafarinum Ørvi vinna FM-heitið í 2003. Eldsálin Halgir Dahl Olesen aftast nummar trý frá høgru. (Mynd Vagnur)


Halló Magnus
Eg havi kannað málið um Hoyvíking í 2009. Jú, tað er rætt, at Hoyvíkingur róði bara á ólavsøku í 2009, har hann bleiv nummar fýra av fimm bátum. Báturin róði eisini oldboysróður hetta árið. Men tað vóru ikki hoyvíkingar, sum róðu við bátinum eina róðurin í 2009. Munnu tað ikki vera nakrir útisetar, sum vildu royna seg á ólavsøku 2009? Søgan um hvita 10-mannafarið mannaður við hoyvíkingum endaði, sum áður sagt,á ólavsøku í 2005. Tá valdu teir hondbóltin heldur enn kappróðurin.