Kvinnuliðini í bestu hondbóltsdeildini eru farin í jólafrí, men longu 3. januar eru dystir aftur á skránni. Neistin og Kyndil eru topplið og spæla uttan iva FM-finalurnar. Flemming Raben venur neistakvinnur, og eg havi biðið hann siga nøkur orð um, hvat hann heldur um liðni í deildini. Sjálvur er hann væl nøgdur við úrtøkuna hjá neistakvinnum higartil, tí fleiri spælarar vóru jú givnir á liðnum. – Kyndilskvinnur er eitt vælskipað lið, men so eri eg skuffaður, at Stjørnan og VB ikki klára seg betur, sigur Flemming millum annað.
Støðan í løtuni í toppinum í kvinnudeildini er, at Neistin hevur tapt trý stig, Kyndil fýra stig og VÍF tapt átta stig, sum í løtuni er eitt veingjaskert lið, tí heilir seks spælarar eru ikki tøkir hjá venjaranum. Flemming Raben heldur, at kappingin um at koma í FM-finalurnar kann vera endaliga avgjørd longu í januar mánað, tí Neistin og Kyndil spæla 3. januar, og Kyndil og VÍF spæla 10. januar. Og Flemming sigur víðari:
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 11 | 277 | 211 | 66 | 19 |
| 2 | Kyndil | 11 | 270 | 209 | 61 | 18 |
| 3 | VÍF | 11 | 287 | 261 | 26 | 14 |
| 4 | StÍF | 11 | 226 | 266 | -40 | 6 |
| 5 | Stjørnan | 11 | 223 | 296 | -73 | 6 |
| 6 | VB | 11 | 230 | 270 | -40 | 3 |
– Fara vit fyrst til Klaksvíkar, so eri eg skuffaður, at Stjørnan ikki hevur staðið seg betur í kappingini, tí fleiri útlendingar eru jú á liðnum. VB liggur niðast í deildini, og tað hevði eg ikki roknað við frá byrjan. Eri skuffaður av VB liðnum, sum hevur útlendingar á liðnum. Felags fyri Stjørnuna og VB er, at feløgini vóru ov seint úti at útvega sær nóg góðar útlendingar. Her meini eg við, at skalt tú fáa útlendingar til Føroya, mugu teir koma til royndarvenjingar, so fólk síggja kanska í venjingardysti, hvat spælarin dugir Eg veit einki um, at tildømis VB spældi nakran venjingardyst fyri kappingina. Sjálvandi kundi tú ynskt tær, at bæði Stjørnan og VB vístu meira í kappingini.
– VÍF er í serstøðu í løtuni, tí tað sá gott út frá byrjan, men nú hevur liðið mist fleiri spælarar. VÍF hevur tapt báðar fyrstu dystirnar bæði fyri Kyndli og Neistanum, men tapir tildømis Kyndil fyri Neistanum 3. januar, so eru bara tvey stig millum VÍF og Kyndil, og vinnur Kyndil á Neistanum, so eru bara trý stig millum Neistan og VÍF. Hetta vita vit alt meira um 10. januar komandi.
– StíF hevur somikið góða manning, at liðið kundi gott verið frammi í oddinum. Liðið spælir til tíðir heilt góðan hondbólt, men liðið er alt, alt ov óstøðugt. Spældi frálíkan dyst, sum liðið vann á Neistanum í Havn, men so viku seinni spældi liðið ikki væl. Tað óstøðuga er ringasti fíggindin hjá StÍF liðnum.
– Kyndil er vælskipað lið, sum er stóra styrkjan hjá liðnum. Spælararnir eru í góðari venjing, og stríðsandi er á liðnum hvønn dyst. Liðið megnar at halda støðið í øllum dystunum. Áhugavert, at tá Marianna Geirsdóttir mátti av liðnum vegna skaða, so blomstrar Anna Brimnes uppaftur. Flott av liðnum, má eg siga.
– Tá tú spyrt, hvussu eg eri nøgdur við mítt egna lið Neistan, so eri eg meira enn væl nøgdur higartil. Nógvir spælarar eru farnir av liðnum frá seinasta kappingarári, ja, so mistu við spælaskiparan Báru Hansen, og Marianna Holm Jacobsen, sum vandi við okkum, fór knappliga til Vestmannar. Ikki roknaði eg við, at vit lógu á odda í kappingini á jólum, men tær ungu hava brotið upp um armar saman vit teimum eldru, so tú kanst ikki annað enn vera nøgdur higartil.
– Annars rokni eg við, at longu í januar mánað kann vera greitt, hvørji lið spæla FM-finalurnar komandi vár, tí 3. januar spæla Neistin og Kyndil triðja innanhýsisdystin, og 10. januar spæla Kyndil og VÍF í Havn. Tapir VÍF henda dyst, so er brekkan meira enn brøtt at náa FM-finalurnar, sigur Flemming Raben at enda.
Sjálvur roknaði eg ikki við at síggja støðuna omanfyri á jólum. Roknaði heilt vist við, at VÍF var heilt frammi í oddinum, og at VB eisini var við í FM-stríðnum. Væntaði mær meir av Stjørnuni, og so vónaði eg, at StíF ikki longur tímdi at spæla í niðaru hálvu í deildini. Hevði sett sær nýggj mál í hesi kappingini. Har má vera okkurt við hugburðinum hjá kvinnunum í StíF, tí tær spæla fleiri heilt góðar dystir fyri síðani at spæla langt undir miðal. (Vagnur)


