Æltanin var, at VÍF kvinnurnar í vetur skuldu veruliga býta frá sær, tí fyri kappingina hevði VÍF frálíka manning, og venjarin Geir Wardum hevði einar sekstan spælarar í hópinum. Málið var at koma í FM-finalurnar og kanska eisini spæla steypafinaluna. Umframt verandi spælarar kom Marianna Holm Jacobsen og málverjin Kristina Griksaite at styrkja liðið, og Durita C. Jojic skuldi koma aftur á høgrabakkin eftir barnburðarfarloyvi frá hondbóltinum. Nú kapping er hálvrunnin og alt vent á høvdið, og ikki sær gott út hjá VÍF kvinnum. Seks spælarar eru ikki tøkir hjá venjaranum. Eg havi tosað við venjaran Geir Wardum, og hann sigur.
– Rætt hevur tú, at torført er í løtuni at vera venjari hjá VÍF-kvinnum, tí vit høvdu veriligan góðan spælarahóp frá kappingarbyrjan. Men nú er spælarahópurin tódnaður, tí seks spælarar eru ikki tøkir, og hetta merkis sjálvandi. Liljan Djurhuus og Kristina Griksaite eru við barn, Rakul Joensen er givin fyribils, Eilen hevur slitið krossband, Annika Poulsen hevur knæskaða, og so var Durita C. Jojic byrjað at venja aftur, men mátti gevast og hevur verið undir skurð. Ja, so spældi Agnas Olsen við skaða ímóti Neistanum, sigur Geir.
Tá vit hyggja í stigatalvuna, so hevur Neistin tapt trý stig, Kyndil fýra stig og VÍF átta stig. VÍF tapti báðar dystirnar fyri Neistanum og Kyndli í fyrri hálvu, og nú er brekkan hjá VÌF meira enn brøtt at koma í FM-finalurnar. Alt sá bjart og spennandi út hjá VÍF-kvinnum tíðliga í heyst, men nú ar alt vent á høvdið, og tað er venjarin Geir Wardum vitandi um. Eg havi mangan sagt og skrivað, at tey seks kvinnuliðini í bestu deildini eru ógvuliga viðbrekin, tí liðini standa og falla við fáum lyklaspælarum. Og tá lið missir so týðandi spælarar sum VÍF ger, so broytist alt, ja, sjálvt málið í kappingarárinum er næstan ikki til longur. Og Geir sigur at enda.
– Tað verða uttan iva Neistin og Kyndil, sum spæla FM-finalurnar, tí VÍF liðið er ov veingjaskert at bjóða báðum liðunum av. Tú spyrt, um dóttirin Marianna skal spæla við VÍF í seinnu hálvu, sum søgur ganga um. Her er stutt at siga, at Marianna kemur ikki til Vestmannar. Hon er skadd í løtuni, og tað týdningarmiklasta hjá henni er at gerast frísk, so hon aftur kann spæla hondbólt. Meira er ikki í hesari søgu, sigur Geir at enda.
Spell fyri kvinnukappingina í vetur, at fleiri lið ikki bjóða seg fram at spæla FM-finalurnar, tí vit eru jú bara komin hálva leið í kappingini. Sum omanfyri sagt, hevur Neistin tapt trý stig. Javnleikin í Klaksvík ímóti Stjørnuni, og so tapti Neistin herfyri fyri StÍF í Havn. Kyndil hevur tapt fýra stig, og tað eru báðir dystirnir ímóti Neistanum. Liðini spæla aftur ímóti hvør øðrum 3. januar komandi. (Vagnur)

