Tá eg síggi myndina omanfyri, komi eg at minnast nógvu handlarnar, sum vóru frá Vaglinum oman á Kongabrúnna. Á niðastu hædd í Hotel Hafnia vóru millum annað handlarnir Sýran, Skilling, Hárfríðkanarstova, hinumegin vegin matvøruhandilin hjá Jacobi Lützen og blómuhandilin hjá Trónd Hansen. Longri niðri Kjøt, Tubakk, Centrum, handilin hjá Liffu, Baldursbrá, Blákollan, Gongin og Essaba. Eystan fyri Essaba, var handilin hjá Aage Dahl, Sápuhúsið, Radio-el, málingahandilin hjá Poul í Geil, og longri niðri Niels Arge, tubbakshandilin hjá Oscar Arge og handilin hjá Carl á Lag. Tá var nógv lív í miðbýnum, sum fólk nú sakna.

Á myndini er Apotekið á Vaglinum. Ford Taunus bilurin sigur mær, at myndin er frá 1960-árunum. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)
Seinastu nógv mánaðirnar hevur nógv kjak verið á Facebook um at fáa meira lív í miðbýin. Nú velst um, hvat fólk meina við miðbýin í Havn. Er miðbýurin bara Vaglið, so kann ikki meira lív koma á Vaglinum uttan á grækarismessu, á ólavsøku ella, tá okkurt serligt er á skránni í miðbýnum. Millum annað, tá ølstøðini og dansistøðini lata aftur sunnunátt, og tey ungu streyma út á gøturnar. Orsøkin er einfald, at minni lív er í miðbýnum. Ov fáir handlar eru á Vaglinum og har á leið. Men fara vit oman í Vágsbotn, niðan Tórsgøtu ella eftir Sverrigøtu og Dr. Jacobsensgøtu og oman í Bøgøtu, so er nógv lív í býnum hvønn einasta dag.
Føroyingurin er tiltikin beindovin, og kundu vit koyrt við bilinum inn í handilin, gjørdu vit tað. Hetta síggja vit nú í býnum, har fólk parkera bilin so tætt handlinum, sum einaferð tilber. Tá handlarnir fækkast í miðbýnum, koma færri fólk í miðbýin. Í mínum ungu døgum var eisini apotek og posthús á Vaglinum, sum dregur nógv til sín, og har vóru eisini fleiri pylsuvognar og kioskir.
Tórshavnar kommuna er eisini við at minka um lívið í miðbýnum, tí sjálvt ólavsøkan er flutt úr miðbýnum og Niels Finsensgøtu oman á Skálatrøð. Kunnu vit so gera nakað til tess at økja um virksemið í miðbýnum. Uttan iva ikki, tí tíðirnar broytast. Mær hevur altíð dámað væl Tórsgøtu, Vágbotn og so Skálatrøð, tí har er veðurgott og góður sólargangur. Har á leiðini er nógv virksemi, og har síggjast nógv fólk, tá veðrið er til vildar.
Um handa kostnaðarmikla nýggja trappan fer at økja um meira lív í miðbýunum, loyvi eg mær at ivast í. Niðasta myndin er vøkur, atlíð áhugavert at síggja laðaðu garðarnar. Ikki ein bilur í gøtunum. Hugnaligt. (Vagnur)

