Áhugavert dómarakjak er í hesum døgum í Danmark

Føroyskir dómarar skulu ikki døma fleiri toppdystir sama dag, og dómarin skal ikki loyva spælarum og venjarum at "brokka" undir dystinum.

Føroyskir dómarar skulu ikki døma fleiri toppdystir sama dag, og dómarin skal ikki loyva spælarum og venjarum at “brokka” seg ov nógv undir dystinum.

Seinasta týsdag sá eg áhugaverdan hondbóltsdyst millum donsku kvinnuliðini SK Århus og Team Tvis Holsterbro. Var dysturin góður, so var samrøðan eftir dystin við SK Århus venjaran Jesper Holmris ikki minni áhugaverd. Í Danmark er nógv kjak í løtuni um døming og um nýggjar hondbóltsreglur, sum er ávegis. Skjern venjarin Ole Nørgaard setti eld í danskan hondbólt herfyri, tá hann segði í fjølmiðlunum, at nú skulu dómarar antin døma mansdystir ella kvinnudystir, tí eitt er, at hondbóltsreglurnar eru eins fyri menn og kvinnur, men dómararnir døma ikki eins kvinnudystir og mansdystir, sigur Ole Nørgaard.

Jesper Holmris segði, at tað var ørkymlandi bæði fyri venjaran og spælaran at dómararnir tulkaðu reglurnar so ymist. Í sambandi við drál eftir at dómarin hevur lyft upp armin, døma summir dómarar drál eftir einar tríggjar sendingar, meðan aðrir dómarar lata álopið vara í hálvan minutt ella meiri. Hetta kunnu vit ikki bjóða okkara spælarum. Hann vísti eisini á, hvussu ymist dómarar døma ein kvinnudyst og ein mansdyst. Kvinnurnar vera útvístar fyri gerðir, sum menn ikki verða. Kvinnur fáa fríkast fyri ymist, sum dómarar síggja burturfrá í mansdystum. Og dømini vóru nógv. Hann kom inn á at hála í troyggju, hørð skump, hálsatøk, og tað, sum fer fram inni í linjuni, har menn sleppa nógv meira enn kvinnurnar.

Ole

Ole Nørgaard setti eld í danskan hondbólt, tá hann herfyri segði alment, at nú skulu nakrir dómarar døma kvinnudystirnar, og aðrar dómarar at døma mansdystirnar. Hesi orð gerast uttan iva ikki veruleiki.

So nevndi Jesper eisini hugburðin hjá venjarum og spælarum, sum er farin alt, alt ov langt. Spælarar sleppa at siga nógv meira við dómaran enn bara fyri fáum árum síðini, venjarar fáa loyvi at finnast at dømingini undir dystirnum og harvið ávirka dømingina, og bæði spælarar og venjarar loyva sær at kjakast við dómararnar eftir dystin um hendingar í dystunum. Hetta má steðga beinanvegin, tó eg kann leggja aftrat, at vit í Danmark eiga nógvar frálíkar dómarar, segði Jesper Holmris.

Danski kvinnulandsliðsvenjarin Klaus Bruun Jørgesen gjørdist í øðini, tá hann frætti, at nýggjar reglur skuldu roynast í HM-kappingini fyri kvinnur, sum skal spælast í desember mánað. Mótmælini vóru so nógv, at altjóða hondbóltssamgongan hevur slept hesi ætlan fyribils. Serliga er Klaus Brunn illir um, at nýggju reglurnar loyva sjeynda útispælaranum at koma á vøllin uttan at fara í serliga troyggju. Hetta skal skiljast soleiðis, at málverjin kann fara av vøllinum í skundi, og sjeyndi útispælarin kann koma á vøllin í vanliga spælitroyggju. Skiftini kunnu gerast hervið nógv skjótari.

Hetta fer at oyðileggja “offensivu” verjurnar og harvið hondbóltsspælið, tí tað áleypandi liðið fær ein so stóran fyrimun. Ja, so nevndi hann eisini nýggju reglurnar um drál, at lið bara kann brúka seks sendingar, tá armurin hjá dómaranum er uppi. Vit skuldu slett ikki loyvt sjeynda útispælara at koma á vøllin. Hetta er skrivborðavgerðir gjørdar av fólki, sum slett ikki vita nóg nógv um hondbólt og ikki arbeiða úti í markini, sigur Klaus Bruun Jørgensen.

Tá eg las orðini frá Skjern venjaranum Ole Nørgaard, kom eg at hugsa um føroyska døming og umstøðurnar hjá okkara dómarum. Tá eg í vár prátaðu við ungu norsku dómararnar, sum dømdu í Føroyum, skiltu teir slett ikki, at føroyskir dómarar dømdu tveir fylgjandi toppdystir sama dag. Í Føroyum døma dómarar mangan fyrst ein kvinnudystin og síðani ein mansdyst sama dag ella sama kvøld. Hetta skulu tit ikki bjóða tykkara dómarum, tí ymist er at døma kvinnudyst og mansdyst, og sum dómari er nógmikið at savna tankarnar um ein toppdyst. Spælararnir spæla ein dyst, og so skulu dómararnir døma ein dyst. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *