
Vindeyguni eru tikin úr húsinum, og nú er klárt at bróta niður innan og fáa timburið í bingjuna. (Mynd Vagnur)
Beint fyri løgtingsvalið stúrsaði eg við, tá stór mynd av løgtingsmanninum Hanus Samró var komin at hanga á grannahúsinum við Tinghúsvegin út ímóti SMS. Hví hongur hann har, hugsaði eg, tí eg visti, at húsið skuldi burturbeinast, og nýtt stásiligt hús byggjast ístaðin. So upprann dagurin, tá húsið skuldi takast niður. Fyrst kom maskina, og nakrar dagar seinni nakrir menn. Krøvini eru, at timbur og annað, sum kann brennast, skal skiljast frá, og betong, takplatur og annað, sum ikki kann brennast, skal niðan í Húsahagan at tyrvast. Tá eg stóð og eygleiddi menninar, spurdi maður meg, hví navnið Wellejus var málað á ein bjálga uppi á loftinum. Jú, hetta visti eg nakað um, og segði frá søguni:
Fyri trimum árum síðani doyði grannakonan Ása Traustadóttir Winther 90 ára gomul. Ása var gift Finn Winther úr Klaksvík, sum arbeiddi í nógv ár í H.N.Jacobsen bókhandli, har Ása eisini arbeiddi í nógv ár. Finn var úr Klaksvík mammubeiggi Rana og Eyðun, sum spæla í Frændum. Finn og tey vóru nógv systkin. Ása var uppvaksin í Íslandi, mamman var úr Klaksvík og pápin úr Íslandi. Vit høvdu nógv samband við Ásu, sum var fyrikomandi og vitug kvinna. Hon dugdi nógv mál, og millum annað loysti hon krossorðagátur á fronskum.
Men tað vóru ikki Finn og Ása, sum lótu húsini byggja, men Frithiof Wellejus, segði eg timburmanninum, sum var ógvuliga áhugaður í søguni um húsini. Hann visti um ein Wellejus, sum á sinni seldi radiotól niðri í Gongini. Hùsini við Tinghúsvegin vóru bygd í 1949, og mær er sagt, at Wellejus vann húsið í donskum eydnuhjóli. Hetta passar væl, tí uttan iva vóru hesi sniðhúsini ikki bygd eins og húsini í Havn tá. Millum annað hoyrdi bilskúrur til húsini, sum tú slett ikki sást bygd upp í hús í Havn.
Sjálvur minnist eg danan Frithiof Wellejus, sum var útbúgvin verkfrøðingur. Wellejus flutti í 1919 til Føroya at búgva, og tá hann sá, at einki el var í húsum í býnum, vitjaði hann virkir og hús og bjóðaði sær at leggja el inn. Fá havnarfólk tóku ímóti tilboðnum, og eg havi lisið onkrastaðni, at bara bakarameistarin Frants Restorff tók ímóti tilboðnum. Tá tað frættist kring landið, at Frants Restorff hevði fingið lagt inn el, var knappliga boð eftir Wellejusi. Ljós var á ljóssteyrum í Havn, áðrenn ljós var lagt inn í húsini.
Í bókini Havnin – fólk og yrki stendur at lesa, at knappliga fekk Wellejus úr at gera, og nú reikaði hann landið runt og legði inn el í virkir og hús. Hann var hjá N. Niclasen í Sørvági, hjá Kjølbro í Klaksvík, Poul Olsen keypmanni í Vestmanna, hjá Andreas Weihe kongsbónda á Selatrað og nógva aðrastaðni. Tá Wellejus kom til Havnar í 1919, leigaði hann sær kamar á Hotel Djurhuus. Næstu árini gekk so mikið væl hjá Wellejus, at hann í 1924 lat upp egnan el- og radiohandil í leigaðu húsum í úti á Reyni.

Tá løgtingsvalið var av, var avlýsingin av Hanus Samró tikin niður. Teir fóru síðani at taka innan úr húsunum. (Mynd Vagnur)
Ì 1935 keypti Wellejus gomlu Kristnastovu niðri í Gongini, bygdi eina hædd omaná og gav húsinum tað skap, sum vit kenna til. Wellejus var føddur 23. mars 1897 í Korsør. Ungi verkfrøðingurin, sum í 1919 kom til Føroya at royna okkurt nýtt, var 45 ár í Føroyum. Í 1964 seldi Wellejus handilin og flutti aftur til Danmarkar.
.
Fara vit aftur til húsini hjá Ásu og Finn Winther við Tinghúsvegin, so keypti vestmenningur húsini frá arvingunum. Húsið mátti takast niður, tí soppur var á kjallaranum. Vátt var í fýrrúminum, tí vatn sivaði inni í rúmið, tí í 1949 var ikki so væl drenað. Sum skrivað omanfyri, eru reglur fyri, hvussu tú burturbeinur slíkt hús. Krøvini eru, at húsini skulu takast niður við skili. Alt, sum kann brennast, skal í bingjur og síðani koyrast niðan á Brennistøðina. Tað, sum ikki kann brennast, tildømis betong og takplatur, skulu tyrvast í Húsahaganum.
Tá eg síggja húsini verða tikið niður, komi eg at hugsa um fyrrverandi løgtingsmannin Hanus Samró. Tí stór mynd á Hanusi prýddi alla síðuna á húsinum út ímóti Tinghúsvegnum. Haldi, teir bíðaði at bróta innan úr húsinum, til løgtingsvalið var av, og stóra myndin av Hanusi tikin niður. Hanus var ikki valdur aftur í løgtingið, og nú máttu húsini hjá fyrst Wellejus og seinni Finn og Ásu Wintehr lúta fyri nýggjum stásiligum húsum, sum í næstum skal byggjast á økinum. (Vagnur)





