Vaktar- og bjargingarskipini Tjaldrið og Brimil koma til Føroya

Tjaldrið jkjk

Tjaldrið hevur verið føroyingum góður hesi skjótt fjøruti árini. (Mynd Vagnur)

14. juli næsta ár eru 40 ár liðin, síðani vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið kom til Føroya. Minnist væl hesa hending, tí tað var ávísur stoltleiki, at vit nú áttu nýtt og væl útgjørt vaktar- og bjargingarskip bygt til endamálið. Vaktar- og bjargingartænastan var júst í 1976 sett á stovn, og Hjalgrím Bech ættaður úr Vági, og sum hevði starvast 25 ár í donsku sjóverjuni, gjørdist fyrsti stjóri. Tað var annars táverandi landstýrismaðurin í fiskiminnumálum Eli Nolsøe úr Klaksvík, sum á vári í 1974 vegna landsstýrið skrivaði undir sáttmálan við skipasmiðjuna Svolvær í Noregi. Men Tjaldrið var seinkað í nýggju mánaðir.

Brimil kom til Føroyar í ár 2000. (Mynd Vagnur)

Brimil kom til Føroyar í ár 2000. (Mynd Vagnur)

Orsøkin var, at norska skipasmiðjan var lítil og hevði ikki royndir at byggja so stórt og vælútgjørt skip. Tjaldrið kostaði 14,3 milliónir at byggja, og tá vóru farnar 270.000 krónur av kostnaðinum í dagbótum, tí skipið varð seinkað níggju mánaðir. Táverandi landsstýrissamgongan frá 1970 til 1974 við Eli Nolsøe sum fiskimálaráðharra slóðu fyri at fáa føroyingum nýtt nýmótans vaktar- og bjargingarskip.

Á hátíðarhaldinum í Noregi var tað Ása Justinussen skrivstovukvinna í landsstýrinum, sum 20. mars 1976 doypti skipið. 14. juli sama árið kom Tjaldrið so til Føroyar, men tá var nýggj samgonga, og Petur Reinert av Eiði var tá fiskimálaráðharri. Tjaldrið er 42,1 metrar langt, 10,12 metrar breitt og stingur 4,2 metrar. Í skipinum eru tveir 1200 HK MWM diesel motorar.

Brimil stendur um dagarnar á sleipistøðini hjá Mest. (Mynd Vagnur)

Brimil stendur um dagarnar á sleipistøðini hjá Mest. (Mynd Vagnur)

Í ár 2000 byggja føroyingar so nýtt vaktar- og bjarginarskip, sum er størri og meira nýmótans enn Tjaldrið. Brimil er eisini bygdur í Noregi, og motormegin eru tveir Bergen diesel 1766 KW motorar. Brimil er vakurt skip, og ein dagin tosaði eg við mann, sum júst hevði vitjað umborð á Brimli og var í hvørjum króki umborð. Har skein allastaðni, og skipið var sum nýtt hóast fimtan ár á baki. Tað hoyrdist frá byrjan, at Brimil rullaði ov illa, og teir fingu ikki javnvágskipanina at rigga umborð. Minnist, at serfrøðingar komu úr Noregi at loysa trupulleikan, men einki hoyrdist aftur um trupulleikan, sum mann vera loystur.

Annars hava vaktar- og bjarginarskipini dubulta manning. Teir eru tvær vikur umborð og tvær vikur í landi. Fyrstu skipararnir umborð á Tjaldrinum í 1976 vóru Kaj P. Mortensen og Eyðbjørn Lervig. Yvirstýrimenninir vóru Elmar Højgaard og A.C. Samuelsen og maskinstjórar vóru Jóan Jakke Poulsen og Jógvan P. Lydersen. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *