Tað pínur mínar hjartastreingir, tá hondbóltsfeløgini nú gráta um ov fáar venjingartímar. Fýra hondbóltsfeløg eru í høvuðsstaðnum: ÌA av Argjum, H71 í Hoyvík, Kyndil og Neistin. Tríggjar eru hallirnar: Høllin á Hálsi, Hoyvíkshøllin og Gundadalshøllin. Umleið 18.000 fólk búgva í Suðurstreymoy, tað vil siga 6000 fólk pr. høll. Sammeta vit við onnur støð í Føroyum, so er Havnin so dyggiliga afturútsigld. Men alt kundi verið øðrvísi, um høllin við Landavegin varð bygd. Men øvundsjúka, mótvilji í Mentamálaráðnum, mótvilji í umsitingini kommununi og nøkur snævurskygd neistafólk gjørdu, at hallarbólkurin varð slitin upp. Vit høvdu øll kort á hondini eisini fíggjarliga.

Stórur dagur fyri okkum í hallarbólkinum, tá hesir báðir gróvu fyrstu bøkkarnar við Landavegin. (Mynd Vagnur)
Vit sótu við einari hallarætlan, har grundøkið varð planerað og goldið, tekningarnar gjørdar, og arbeiðið boðið út. Besta og einasta altjóða hondbóltshøllin í Føroyum við øllum hentleikum til hondbólt kundi byggjast fyri 30 milliónir krónur. Í høllini var sjálvur vøllurin við áskoðaraplássum, men eisini ein hálvur vøllur, har spælarar kundu venja skotvenjingar og spæl. 15 milliónir í stuðli vóru fingnar frá Tórshavnar kommunu, og Stuðlafelagið Neistin skuldi gjalda 10 milliónir krónur. Tað vil siga, at vit vantaðu fimm milliónir, so kundi høllin gjaldast kontant. Tímaleigan skulu gjalda raksturin í høllini. Skúlar og onnur skuldu brúka høllina fyrrapartar.
Fyrst vil eg nevna, at meðan neistakvinnan Helena Dam á Neystabø sum mentamálaráðharri slóðaði fyri høll á Sandi, fekk Neistin ikki inn í eygað frá landinum. Vit høvdu stórar trupulleikar bara at fáa svar úr Mentamálaráðnum. Í Tórshavnar kommunu høvdu vit stórar trupulleikar við umsitingini, og tá Jens Marius Poulsen fór úr kommununi, gjørdist mótbrekkan bara størri og størri. Vit merktu mótgang allastaðni, og hetta sæst eisini í samskiftinum í málinum. Umsitingin var alt annað enn í okkara parti. Tað skein ígjøgnum, at tey hildu ikki, at eitt einsamalt ítróttafelag skuldi byggja eina høll.
Høllin við Landavegin er ringasta niðurlagið, eg havi upplivað í míni hálvthundað árum sum neistamaður. Havi sagt tað áður, at hildu øll neistafólk saman, vísti Mentamálaráðið valvild og virðing, umsitingin í kommununi var positiv, so stóð í dag ein altjóða hondbóltshøll við Landavegin, nú havnarfeløgini gráta um ov fáar venjingartímar.
Fara vit til uppskotið um at útbyggja Gundadalshøllina til dupulthøll, er at siga, at eg onga ávirkan hava á hetta mál, tí tað er nevndin í hondbóltsfelagnum, sum hevur allan avgerðarrættin. Eg havi umborðað Neistan í nevndin í Gundadalshøllini síðani 1991. Ikki eri eg limur í hondbóltsfelagnum Neistanum men limur í Stuðlafelagnum Neistanum. Sjálvandi havi eg mína meining um málið, og eg stuðli teimum neistafólkum, sum siga, at Neistin fer ikki at geva Tórshavnar kommunu Gundadalshøllina fyri einki, og so bara fáa nakrar fáar venjingartímar aftrat í eini dupulthøll.
Málið um dupulthøllina var heilt illa fyrireikað, tí ein skitsa varð gjørd í skundi, ein skitsa, sum slett ikki kundi førast út í lívið. Eg haldi, at tað er burturvið at kroysta eina dupulthøll millum Gundadalshøllina og Dansifrøi, tí jarðarmunurin er so stórur, og parkeringsplássini alt ov fá. Heldur eigur kommunan at byggja nýtt, og har átti ein høll at verið bygd beinanvegin við skúlan á Hamrinum á Argjum. Ikki í vindharða økinum við fótbóltsvøllin men við skúlan, tí har er fólkaskúlin og frítíðarskúlin og harvið øll børnini. Síðani kundi mann bygt uppí høllina á Hálsi.

Núverandi høll á Argjahamri hevur fulla hondbóltsbreidd, men vøllurin er ov stuttur. Òfatuligt, at kommunan spardi seinastu metrarnar, so vit høvdu ein hondbóltsvøll á Argjum. (Mynd Vagnur)
At útbýggja Gundadalshøllina er ring loysn, tí hetta er ein lappaloysn. Komi at hugsa um Hoyvíkshøllina, sum í míni hondbóltsverð var alt annað enn væl avgreidd í 2002. Hugsi tykkum til, at kommunan var vitandi um, at í Hoyvík komu at búgva fleiri enn 4000 fólk og harvið nógvur ungdómur. Og so byggir mann eitt makkverk av eini høll, har millum annað spart var í takinum, so nýtt tak mátti leggjast á eftir stuttari tíð. Vit onnur vístu á, at var høllin breiðkað bara einar fýra fimm metur eystureftir, so var pláss til góð áskoðarapláss. Vit vístu eisini á, at í sjálvari høllini vóru bara tvey vs til allar áskoðararnar. Men eingin lurtaði eftir okkum, sum í mansaldur høvdu virkað í hallunum.
Nú gráta havnarfeløgini um vantandi hallartímar, men kanónin skal vendast oman á Vaglið. Ein argjamaður segði mær, at tríggir ymsir borgarstjórar í Havn hava á veitslum á Argjum boðað frá, at nú kom ítróttahøllin á Argjum. Men hetta var alt tóm tala. Á Argjum búgva fleiri enn 2000 fólk við ongari hondbóltshøll, meðan høll er í Kollafirði, og har búgva 900 fólk.

Skeivt at kroysta ein høll uppí Gundadalshøllina. Alt ov trongt og eingi parkeringspláss. (Mynd Vagnur)
Onkur heldur kanska, at løgið er, at ein neistamaður slóðar fyri høll á Argjum. Ja, tað geri eg, tí líka mikið, hvar ein høll kemur í høvuðsstaðnum, so eigur Neistin sína kvotu av hallartímum í býnum. Og hvat ger tað, um nakrir neistaspælarar venja onkuntíð á Argjum. Vit kunnu venda tí við og siga, at ungdómar koma úr Kirkjubø og Velbastað til Havnar at venja við Neistanum ella Kyndli. So fáið allar fyrst bygt eina høll úti á Argjum, sum skal liggja við skúlan á Hamarinum, tí har er ungdómurin. Skeivt at byggja høllina úti í vindinum við fótbóltsvøllin, sum býráðslimurin Sjúrður Olsen vil. Tey í ÌA ynskja høllina við skúlan á Hamrinum.
Besta loysnin er fyrst at byggja eina høll á Argjum, og síðani skal kommunan byggja ein vøll aftrat norðeftir í høllini á Hálsi. Verður hesar loysnirnar gjørdar veruleiki og kanska samstundis, so fáa øll hondbóltsfeløgini allan tímatørvin nøktaðan einaferð med alla. Alt er vorðið so undarligt við hondbóltinum. Feløgini grótu um hallarleiguna, sum var ov stór byrða hjá feløgunum. Nú gjalda hondbóltsfeløgini ikki longur hallarleigu, men hvat gera feløgini við sparda peningin? Tey keypa útlendskar spælarar fyri peningin, og pengakassin er tí framvegis tómur í feløgunum. (Vagnur)



