Høllin á Hálsi varð tikin í nýtslu beint fyri ársskiftið í 1970, og hetta var ótrúliga stórt frambrot í høvuðsstaðnum. Høllin æt tá Tórshavnar samkomu- og ítróttahøll, tí høllin skuldi hýsa øðrum virksemi enn bara ítrótti. HB, B36, Kyndil, Neistin og Havnar Badmintonfelag høvdu rættindini til nýggju høllina, men tá ið Havnar Badmintonfelag fekk egnu høll, sum varð bygd omaná gamla svimjihylinum fyrst í 80-árunum, fór Havnar Badmintonfelag úr høllini á Hálsi. Høllin á Hálsi vérður stongd í august mánað. Tórshavnar kommuna samtykti herfyri at lata 2,5 milliónir til gólvarbeiðið, og eg havi hitt hallarstjóran Dánjal Samuelsen.
-Hølllin er stongd í august, og arbeiðið verður mett at taka ein mánað. Hondbóltsfeløgini byrja vanliga venjingina, tá ið skúlar byrja aftur eftir summarfrítíðina, men tey vaksnu byrja fyrr. Liðini verða tí víst til Hoyvíkshøllina og høllina í Kollafirði. Sama linoliumsgólv verður lagt í høllini, men vit rokna ikki við, at okarnir skulu skiftast, men bara pláturnar, sum eru broytnaðar í fleiri støðum. Í næstum verður arbeiðið bjóðað út, sigur Dánjal at enda í stuttari viðmerking.
Tá ið hugsað verður um alt virksemið í høllini við sama gólvið í 42 ár, so hevur gólvið hildið ótrúliga væl. Umframt ítrótt, hevur høllin hýst bilframsýningum, keypsstevnum, konstertum, dansum, samkomum og øðrum tiltøkum. Høllin á Hálsi var í 1970 longu ov lítil, tí høllin kundi sletta ikki nøkta tørvin á venjingartímum. Tí var Gundadalshøllin bygd í 1984, og fyrsta septembur í 2001 byrjaðu tey at byggja Hoyvíkshøllina. Tríggjar hallir til hondbólt eru í Havn, men Havnin eigur at hava fimm hallir, skal tørvurin á venjingartímum nøktast í høvuðsstaðnum. (Vagnur)
–
