Á síðu ellivu í Sosialinum, sum kom um vikuskftið, eru nógv áhugaverd nøvn at síggja. Á vinstru síðu sekstan nøvn, sum í spurnarkanning hava sagt ja at broyta hjúnarbandslógina. Høgrumegin tíggju nøvn, sum siga nei, og niðri undir seks nøvn, sum ikki vilja svara. Hetta sigur okkum, at nú vantar bara ein atkvøða, so kann hjúnarbandslógin samtykkjast á tingi einaferð med alla. Tá eg síggi slíkt, rennur mær til hugs, hví øll í Tjóðveldi, øll í Framsókn og nøkur javnaðarfólk siga ja, meðan tildømis allur Fólkaflokkurin sigur nei. Orðið etikkur sýnist sum afturvendandi orð í hjúnarbandsmálinum. Men hvat er í veruleikanum etikkur.
Sá á Facebook í gjár eina kvinnu spyrja, hvat sum ger, at politikkarar bólka nøkur mál sum etisk og seta flokspolitisku spælireglarnar úr gildi, so veljarin ikki veit, hvørki hvat flokkarnir ella einstøku politikkarnir meina. Hon sigur millum annað í væl skrivaðu orðunum, at etiska ráðið í Danmark sigur, at politikkarar kunnu ikki blíva við at krógva seg aftanfyri etiska ráðið.
Orðið etikkur er hugtak komið úr griska orðinum “rættir vanar”. Orðið snýr um rættar vanar og gerðir í lívinum. Summi halda, at etikkur er tað sama sum moralur, men rættari er at siga, at etikkur eru tær grundreglur, sum liggja til grund fyri okkara moralsku gerðum. Etikkur er eitt slag av spælireglum, hvussu vit uppførra okkum.
Vit hoyra mangan, at í etiskum málum stendur hvørjum einstøkum tingfólki frítt at atkvøða eftir egnari sannføring. Eg havi ógviliga torført at skilja ímillum, hvørji mál eru etisk, og hvørji mál ikki eru etisk mál. Og hví skulu etisk mál hava sersømdir í mun til onnur mál. Vildi sagt, at øll tingmál eru á ein ella annan hátt etisk mál, tí øll mál á tingi hava á ein ella annan hátt ávirkan á gerandisdegin hjá fólki.
Nú er samgonguskjal skrivað, og øll tingfólkini í samgonguni hava bundið seg at vera flokstrúgv móti samgonguni. Demokratiið skal valda bæði í samgonguni og í flokkunum, men ikki í etiskum málum og harvið hjúnarbandslógini. Tá eg síggi serliga nøvnini á kendum fólkafloksmonnum og sambandsmonnum, so fáa eg slett ikki skil á, at tildømis Edmund Joensen, Jákup Mikkelsen, Jógvan á Lakjuni. Jørgin Niclasen, Bjørn Kalsø, hvussu tey øll eita, skulu vera meira etisk fólk enn tey sekstan tingfólkini á vinstru síðu í Sosialinum.
Ì míni lítlu verð skilji eg slett ikki, at hjúnarbandslógin skal vera nakað stríðsmál, og hví vit í Føroyum skulu vera øðrvísi enn okkara grannalond, sum vit altíð sammeta okkum við. Eg haldi, at hesi tingfólkini, sum siga nei og ikki vilja svara, krógva seg á ein hátt aftanfyri okkurt, sum tey uttan iva ikki vita sjálvi. Ein ella annar ótti. Mær dámar so slett ikki, at fólk fara í Bíbliuna, tá talan er um hjúnarbandslógina, tí eingin her á fold megnar at fyljga øllum tí, sum hvørki stendur í gamla- ella nýggja testamenti. So mikið havi eg lisið í halgubók.
Tey samkyndu í Føroyum er ein minnilutabólkur, og sjálvandi skal hann hava somu rættindi sum vit onnur. Tað kann vera líkamikið fyri tingfólk, sum eru ímóti, um tvey samkynd vera gift borgarligt ella ikki. Eitt hjúnarband er bara eitt samband millum tvey fólk, sum velja at liva saman á lívsleiðini bæði í viðgongd og mótgongd. Tey vilja bara hava somu rættíndi sum vit onnur eisini juridisk rættindi.
Eg fati slett ikki, at tingfólk úr serliga fólkaflokkinum, skulu vera ímóti at broyta hjúnarbandslógina. Flokkurin, sum kom við flatskattinum, sum slóðaði fyri stættarmuni í Føroyum. Flokkurin, sum býtti allan uppisjóvarfiskin á fáar hendur, flokkurin, sum lat reiðarar forvinna stórar upphæddir fyri fiskiloyvi, sum vit onnur eiga. Er hetta rættur etikkur. Nei, ikki í mínum hugaheimi. Vit skulu halda uppat at tvinga tey samkyndu úr Føroyum, og heldur áttu vit at fingið hetta kensluborna mál endaliga avgreitt beinanvegin.
Onkur spyr uttan iva, hví undirritaði skrivar greinar um hjúnarbandslógina. Eg kenni tvey samkynd føroysk pør, sum búgva í Danmark, og sum hava somu rættindi sum aðrir borgarar. Eg og meirilutin av føroyingum vilja hava broytt hjúnarbandslógina beinanvegin, so føroyingar í Føroyum eisini fáa somu rættindi sum samkynd í hinum norðanlondum. (Vagnur)

