
B36 føroyameistari 1946. Aftast frá vinstru: Arnold Hansen, Nichels Poulsen, Óla Jógvan Guttesen, Herluf Mikkelsen, og Jimmy McIntosh. Í miðjuni f.v: Jógvan Debess, Hjørleif Hansen, Karl Johan Hansen og Mortan Mørk. Fremst f.v. Tórleif Davidsen, Kriss Guttensen og Kjartan Nattestad. (Mynd Rennið dreingir)
Sunnudagin vann B36 føroyameistaraheitið, sjálvt um trý umfør eru eftir at spæla. Øll eru samd um, at B36 vann uppiborið meistaraheitið 2015. Ellivu meistaraheitið eru vunnin, síðani felagið varð stovnað í 1936. Tað skuldu ganga tíggju ár, áðrenn B36 vann fyrsta meistaraheitið, og tá eg síggi menninar á myndini, kennist eg við flestu teirra, sjálvt um myndin er frá 1946, og eg føddur í 1949. Eg havi til stuttleika blaðað í B36 bókini “Rennið dreingir”. Áhugavert at lesa, tá B36 vann fyrsta FM-heitið í 1946.
Í 1946 beint eftir kríggi var ferðasambandið ikki gott millum oyggjarnar, og tí varð landskappingin fyrst spælt í einum grundspæli við tveimum bólkum. B36, HB og KÍ komu í sama innleiðandi bólki, sum B36 vann. Uttan iva vóru TB, VB og kanska Royn ella lið úr Vágum í hinum bólkinum. Úr bókini Rennið dreingir er at lesa.
Sunnudagin 18. august varð finalan um føroyameistaraheitið 1946 spæld í Gundadali. Mótstøðuliðið var VB. Martin Holm var dómari, og í undanvindinum í fyrra hálvleiki legði B36 seg á framum 3-0. Ì seinna hálvleiki komu vágbingar meira við, og dysturin endaði 3-1 til B36.
Eftir dystin varð VB bjóðað oman í Perluna saman við B36 til kaffi. Har fekst hugnalig løta við práti, sangi og røðum frá báðum pørtum. Steypið, sum B36 hevði vunnið, varð fylt og tømt. Av Tvøroyri kom telegramm við orðunum: Tillukku við Føroyamestaraskapinunum við ítróttakvøðu TB.
Sunnudagin hendi so tað, at B36 endurvann FM-heitið fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. B36 hevur síðani 1936 vunnið ellivu FM-heitini: 1946, 1948, 1950, 1959, 1962, 1997, 2001, 2005, 2011, 2014 og 2015. Serliga skulu vit leggja til merkis, at B36 vann FM-heitið í 1962, sum eg minnist væl. Men so vann B36 ikki FM heitið aftur fyrr enn í 1997, tað vil siga, at 35 ár skuldu ganga. Hesi árini ráddu serliga HB, KÍ og TB fyri borgum í føroysku landskappingini. Til lukku við FM-heitinum. Næsta ár fyllir B36 80 ár. (Vagnur)